Lýsing
Lýsing
Lýsing
KÍ liðið sum byrjaði annan av dystunum í Klaksvíkskappingini í fjør | Mynd: Oliver Joensen

Undan Klaksvíkskappingini: KÍ við nýggjari verju

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.02.2018 - 00:23 Ítrottur Tíðindi

Vit hyggja eftir KÍ undan Klaksvíkskappingini.

KÍ hevur seinastu tvey árini verið partur av oddastríðnum í føroyskum fótbólti. Tað eydnaðist tó í 2017 ikki heilt at liva upp til góða kappingarárið í 2016, tí liðið kom styttri í steypakappingini og fekk 8 stig færri í landskappingini. Burtursæð frá 2016, so var kappingarárið í 2017 gott ímun til hini úrslitini hesa øldina.

 

Mikkjal setur met í tíð

Tá Mikkjal K. Thomassen í ár fer undir sítt fjórða ár á rað sum høvuðsvenjari hjá KÍ, so setir hann samstundis met í KÍ sum tann venjarin, ið hevur sitið flest ár á rað sum venjari hjá besta mansliðnum. Hann er eisini tann venjarin í Betrideildini 2018, sum hevur sitið longst sum venjari í sínum felagi. Í hópinum hevur tó verið fitt av útskifting. Liðskiparin Jonas F. Rasmussen og málskjúttin við næstflest málum, Albert Adu, eru farnir av landinum, meðan fleiri av eykaleikarunum frá 2017 hava valt aðrar avbjóðingar umframt, at Ahmed Mujdragic, ið sum oftast var makkari hjá Jonas í miðverjuni, er farin til Skála. Til felagið eru seks nýggir leikarar komnir, harav fýra útlendingar, sum ongantíð áður hava leikt í Føroyum.

 

Øll verjan frá 2016 er burtur

Stóra avbjóðingin hjá KÍ verður at fáa verjupartin at koyra uttan Jonas F. Rasmussen, sum hevur stýrt verjuni seinastu árini. Tá KÍ hevði sítt søguliga góða ár í 2016, so var bakk ketan mangan mannað við Sørmundi Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic og Mayowa Alli. Nú eru allir fýra burtur. Ímóti endanum í fjør spældu Ísak Simonsen og Jóannes K. Danielsen á bakkunum og tað tykist upplagt, at teir halda fram har, hóast Ísak er skaddur og helst missir fyrstu landskappingardystirnar. Í miðverjuni eru Deni Pavlovic, Marko Dusak og Hørður H. Askham mest uppløgdu alternativini.

 

 

Hava skift millum 4-4-1-1 og 3-4-3

KÍ hevur roynt tvær ymiskar spæliskipanir av í venjingardystunum. Fyrstu tíðina spældi liðið 3-4-3, men eftir stórtapið móti HB hevur KÍ spælt í 4-4-1-1 líknandi leikskipan. Seinastu tvey árini hevur KÍ eisini brúkt báðar hesar leikskipanir. At seta sterkastu uppstilling hjá KÍ í løtuni er trupult, tí skaðar arga. Seinastu dystirnar hava Ísak Simonsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen og Hákun Edmundsson ikki spælt vegna skaðar. Men sum skilst eru fleiri av teimum við at blíva klárir og spæla møguliga í Klaksvíkskappingini, meðan ivasamt er, um Marko Dusak spælir vegna smáskaða. Á málmansplássinum tykist kappingin vera sera hørð millum Meinhardt P. Joensen og Kristian Joensen. Meinhardt endaði kappingarárið 2017 við nærum at steingja málið, meðan Kristian Joensen í 2016 var ársins málverji í føroysku kappingini. Teir hava sum oftast spælt ein hálvleik í part í venjingardystunum. Danski Ronni Møller-Iversen tykist hava sína styrki við at leggja góðar deyðbóltar og hesir hava gjørt, at hann er KÍ leikarin við flest uppleggum í venjingardystunum. Boris Dosljak er eisini nýggjur í hópinum og fær hann helst møguleikan sum vongur, hóast hann eisini hevur spælt onkran dyst sum bakkur. Spennandi verður at síggja, um Ronni og Boris, ið hava havt trupult at vunnið sær eitt fast pláss í venjingardystunum, megna at vinna kappingina um álopskendu plássini á liðnum, har serliga veteranurin, Hjalgrím Elttør, sum seinastu dystirnar hevur byrjað inni, tykist geva harða kapping um pláss á liðnum.

Sterkasta uppstillingin hjá KÍ í løtuni, við støði í venjingardystum og skaðum, kundi verið hendan: Meinhardt P. Joensen/Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Marko Dusak, Deni Pavlovic, Hørður H. Askham – Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Ronni Møller-Iversen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð.

 

KÍ spælir móti NSÍ í Klaksvíkskappingini leygardagin kl. 15.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…