Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmurin “Línumenn” í Atlantis

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.02.2018 - 13:26 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 19

Sunnudagin kl. 16

 

Søgan um okkara stál- saltlínuskip á fjarleiðum

Zacharias Hammer hevur gjørt nýggja filmin “Línumenn”, sum er góðar tveir timar langur.

Í filminum fortelja fleiri menn um, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju

línuskipunum, sum avloystu sluppirnar.

 

Kostnaður kr. 100,-

 

 

Um filmin

Fleiri menn siga part av síni søgu, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við hesum nýggju línuskipum, sum avloystu sluppirnar.

 

Filmurin er flættaður saman við nógvum persónligum søgum og frásagnum, sum hesir menn minnast og siga frá. Áhugavert at hoyra teir siga frá hví teir valdu sjólivið, tó at teir vóru nærum smádreingir, tá teir fóru longu leiðini vestur um hav - til Ný Foundlands og Grønland.

 

Burtur í 4 til 5 mánaðir

At vera burtur í 4 til 5 mánaðir tók hart, men gjørdu teir skjótt til menn.

 

Teir vóru á havinum meira enn 90 dagar, áðrenn teir fóru inn í Nýfoundlandi.

Hendurnar vóru uppskræddar av at egna við hond, langar og strævnar vaktir og einki uppihaldsrúm.

Lítið og einki samband heim hesa longu tíð á Flemish Cap.

 

Tá teir komu heim vóru teir meira ella minni fremmandir – tordu næstan ikki at hyggja uppá fólk.

Teir hildu saman í býarlívinum - hetta var tíðin við teimum rullandi vertshúsunum.

 

Teir siga frá, hvussu tað var at koma inn í Ný Foundlandi - einamest Harbour Grace.

Var mangan buldrastligt og eitt nú vertshúsi PIKE varð nógv vitjað - nógvar søgur og hendingar.

Aðrir fóru eisini á møti ella í kirkju.

 

Tímalangar upptøkur

Tímalangar 8 mm upptøkur frá hesu tíðini eru skannaðar og brúktar í filminum.

Nógvar eru sera góðar, forvitnisligar og ikki minst siðsøguligar.

Vit uppliva ódnarveður, góðveður, lívið umborð og arbeiðsgongdina.

Vit fara í land við teimum og uppliva hesa tíð við frálíkum filmsupptøkum.

 

Eisini lívið heima í 60- og 70-unum. Eitt nú fara menn avstað úr Hattarvík - av helluni við lítla báti út á Másan, býarlívið í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum.

 

Tað vóru uml. 26 - 28 menn við gomlu línubátunum - teir fyrstu komu í 1959.

Savnaðir vórðu 29 sjómenn mans frá hesu tíðini í nýggja kirkjuhúsinum í Hvannasundi. Har sungu teir nakrar kendar sjómansvísur og nakrar andaligar sangir, sum teir sungu, tá møtir vóru umborð ella í landi.

 

Nógvur góður tónleikur er í filminum, tónleikur teir keyptu í Ný Foundlandi  - einamest country.

Teir komu við hesum tónleiki til Føroyar, sum enn verður nógv spældur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…
Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl
Veðrið í vikuni
Myndir frá Kórstevnuni