Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristian Joensen

Kristian: - Eg tími ikki at síggja gypp og verjuspæl

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2018 - 15:42 Ítrottur Tíðindi

Fremsti dystarfrásøgumaðurin í føroyskum fótbólti er bersøgin tá hann verður spurdur um vánirnar hjá KÍ í ár.

Kristian Joensen er annar fjepparin vit seta stevnu undan Klaksvíkskappingini, sum fer av bakkastokki í morgin. Kristian hevur verið virkin í mong ár innan KÍ, bæði sum leikari, venjari, dómari og hjálparfólk. Seinastu mongu árini hevur hann røkt frásøgustarvið í búrinum tá KÍ spælir heimadyst. Kristian er kendur fyri at verða bersøgin.

Tá vit spyrja hvat hann heldur um KÍ hópin í ár, er hann ivaleysur.

- Eg haldi at hópurin er merktur av ov nógvum leikarum ið ikki eru vaksnir upp í KÍ, sigur Kristian

Spurdur um hvørjar vónir hann hevur til KÍ svarar hann kontant.

- Nú tá felagið hevur leita sær nógv fremmand fólk, so vænti eg at hesir leikarar, allir sum ein eru á einum hægri støði enn okkara egnu, ella kunnu teir tað sama verið heima. So eg vænti og krevji meistaraheitið 2018, kryddað við einum steypasigri.

Tað er altíð spennandi at síggja nýggjar ungdómsleikarar koma á besta liðið og vit spyrja Kristian um hvønn leikara vit serliga skulu hava eyguni eftir.

- Eg vænti ikki at nakar fer at koma ígjøgnum. Mín vón er at KÍ í 2018 fer at spæla sjampanju fótbólt, eg eri ein av teimum, ið als ikki tími at síggja gypp og verjuspæl. Vit hava nú ogna okkum fleiri leikarar uttanifrá, hesir eiga allir at verða á hægri støði enn okkara, so nú verður spennandi.

 

Klaksvíkskappingin byrjar nú leygardagin og skráin er hendan. 

Leygardagin 24 februar kl. 13:00: B36 – Víkingur

Leygardagin 24 februar kl. 15.30: NSÍ – KÍ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum