Lýsing
Lýsing

Viður og litir gerast livandi søgur

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  23.02.2018 - 18:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

 - ein ferð inn í Jesus søgurnar hjá Edward Fuglø í Christianskirkjuni

Poul F. Guttesen, Ph.D í guðfrøði hugleiddi um listaverkini hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret í kirkjukjallaranum í dag kl 15.

Eisini varð boðið kaffi og køkur og Marjun Lómaklett, sóknarprestur leiddi løtuna.

 

Myndir og boðskapur

Skriftirnar vaksa við sínum lesarum, verður sagt - Sama gera verkini hjá Edward við sínum hyggjarum, tí so nógvir symbolikkir eru lagdir inn í tær. Meir tú kannar eftir og gert varðugur við hesar og søgur tess, størri og betri gerst myndin.

Tó uttan at siga hvat hvør einkul mynd merkir ella hvussu hon skal fatast, so ber til at vísa á ymsu lutirnar, Edward Fuglø leggur inn í tær, umframt sjálvan boðskapin í myndunum, vísti Poul á.

Edward leggur ein lykil, eitt lás, eitt hongsl, eina kontakt, ein húk, eitt egg, ein seym í verkini. Hesir lutir eru eisini partur av lokalsøguni í Klaksvík og her um vegir.

Og at mydirnar hanga júst í kirkjukjallaranum, setur tær inn í ein ávísan kontekst – serligar karmar, har m.a. altartalvan hja Joakim Skovgaard spælir við – við litum, tema og rammuni. Partar av gomlu rammuni frá altartalvuni eru brúktir til sjálv relieffini/træskurirnar hjá Edwardi.

 

Boðanin

Í tí fyrsta listaverkinum, Boðanin er ein postalínskontakt sett inn í myndina – og so er spurniningurin har beinavegin: “Er kontaktin tendrað ella sløkt”? Eisini verður sagt, at tá ið ravmagnið kom, doyðu trøllini og tað yvirnatúrliga.

Kanadiski heimspekingurin, Charles Taylor snakkar um, at sekulera (versliga) tíðin loyvir vali ikki at trúgva, og soleiðis kunnu vit liva við iva og trúgv saman við teimum sum ikki trúgva. Somuleiðis kann tann, sum ikki trýr eisini ivast. Tí metir Poul, at kontaktin er heppin sett inn júst í myndina “Boðanin” við tí høskandi og provokerandi leiklutinum, kontaktin fremur – júst í hesi myndini.

Poul nevndi eitt dømi um ein vinmann, sum segði seg ikki trúgva – har hesin tók til, hevði eg sum Poul kunna takka einum guði, hevði tað verið gott.

 

Himmalferðin

Verkið hevur tvímerkingar ella viðkomandi mótsetningar, eins og fleitri av hinum. Himmalljósið hevur jarðiskar litir - samspælið millim tað jarðiska og himalska - tað menniskjansliga og tað guðdommiliga. Aðrastaðni eru fikur og fikubløð, sum umboða part av upprunanum í bíbliuni.

 

Jesus í templinum - Lykilin og eggið

Her eru eisini tvey umráðandi eyðkennir ella symbolir løgd inn, ein lykil og eitt egg. Teir skriftlærdu hava “lykilin”, teir hava skriftirnar, men Jesus hevur “eggið”, tað viðbrekna eggið, sum er nýggi máti at skilja boðskapun uppá - ella tann nýggi hátturin at skilja skriftirnar uppá - tað nýggja kornið, tann nýggja bjargingin

“Brúkið ikki tíðina uppá at fordøma onnur” –“Tú hevur brúk fyri boðskappinum hjá hesum lítla dreinginum”, kann verða tikið samanum eftir vitjanina hjá hesum lítla dronginum í templinum.

Hetta vóru bert nøkur dømi, Poul F. Guttesen, Ph.D í guðfrøði hugleiddi um, um symbolikkin í listaverkunum hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret í kirkjukjallaranum í dag.

 

Aftaná gjøgnumgekk Poul hvørt listaverk sær, meðan boðið varð til ein góðan drekkamunn afturvið.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald