Lýsing
Lýsing

Hans Jacob: - Vit hava ein spennandi hóp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2018 - 19:45 Ítrottur Tíðindi

Kommunumaðurin við stóra KÍ hjartanum er spentur at síggja hvussu nýggju KÍ leikararnir fara at roynast

Hans Jacob Heinesen fylgir KÍ í viðgongd og mótgongd. Hann er íðin KÍ viðhaldsmaður og hevur verið virkin innan KÍ sum leikari og venjari. Seinastu mongu árini hevur hann verið skrivstovumaður hjá KÍ. Ein sannur fongur fyri KÍ. 

Vit spyrja Hans Jacob um hvat hann heldur um KÍ liðið í ár. 

- Eg haldi vit hava ein spennandi hóp. Tað verður ein avbjóðing at fáa liðið samanspælt nú útskiftingin bleiv so stór. Men tad skal Mikkjal nokk klára, sigur Hans Jacob. 

Spurdur um hvar hann væntar at KÍ endar á stigatalvuni í ár, er hann vónríkur. 

- Eg havi góðar vónir. Tvey tey seinastu árini hava fleiri av okkara leikarum kappast um FM, og sum tíðin gongur, so fáa teir fleiri og fleiri royndir. So teir skulu nokk verða klárir. So verður eisini spennandi hvat teir nýggju fara at geva liðnum, sigur Hans Jacob

Tað er altíð spennandi at síggja nýggjar ungdómsleikarar koma á besta liðið og vit spyrja Hans Jacob um hvønn leikara vit serliga skulu hava eyguni eftir.

- Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur klára seg væl higar til. Hann hevur royndir frá U-landslidnum. Tað verður spennandi at fylgja vid honum. Vit mugu ikki gloyma at hettar er fyrsta árið hjá honum, so hann skal venja seg til tað, sigur Hans Jacob at enda. 

 

Klaksvíkskappingin byrjar nú leygardagin og skráin er hendan. 

Leygardagin 24 februar kl. 13:00: B36 – Víkingur

Leygardagin 24 februar kl. 15.30: NSÍ – KÍ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin