Lýsing
Lýsing

Søgur av Flemish Cap

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.02.2018 - 01:36 Tíðindi Vinna

Helgi Jacobsen, rithøvundur hugleiðir í Miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin kl. 15 um, tá tær fyrstu føroysku fiskiroyndirnar í nýggjari tíð vórðu gjørdar á Flemish Cap. Hetta var í 1956 við Atlantsfarinum, sum Poul Hansen, reiðari í Havn hevði leigað frá Onnu Isaksen í Klaksvík.

Fleiri norðoyingar vóru við henda túrin, millum aðrar Osvald og Martin Sivertsen, Jógvan Isaksen, Einar Jacobsen og Óli Wolles. Skipari var Júst í Túni.

Eyðun Mohr Viderø, fyrverandi løgtingslimur greiðir frá túri, hann var við Beinir í 1958 á  Flemish Cap, har Eiler Jacobsen var skipari.

Gunnar Nolsøe hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap.

  • Jóan Petur Klein, sum m.a. var við Pison
  • Sámal Jákup Olsen skipari, sum m.a. var við Klakki, Norðingi og Jógvan S á Flemish Kap
  • Poul Sivar Olsen, sum m.a. var skipari á Borðoyanes vártúrin 1986, tá ið Líggjas á fyrsta sinni var stýrimaður henda túrin
  • LÍggjas Johannesen verið stýrimaður og skipari sum ungur – og nú skipari við egnum skipi á Flemish Kap
  • Andras Holm Arge, sum var við Pison í 1985, har Martin í Birgi var skipari

 

Aftaná verður boðið til ein kaffimunn og sjómansprát av Flemish Cap, umframt ein brellbita av Flemish Cap (saltfiskarætt).

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…