Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkskappingin: B36-Víkingur 1-2

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.02.2018 - 13:10 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Vit dagføra, tá nakað spennandi hendir í Klaksvíkskappingini.

B36 byrjar við hesum liðnum (4-3-3): Trygvi Askham – Jónas T. Næs, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Erlendur Magnussen – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz – Benjamin Heinesen, Kaimar Saag, Meinhard E. Olsen

Víkingur byrjar við hesum liðnum (3-5-2): Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Dennis Moreno – Hans Jákup Lervig, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal.

Dómari: Janus Fossdalsá. Linjuverjar: Kristian Gunnar Joensen og Jan Hermansen.

Líkindini eru góð og bæði liðini spæla við nærmast sterkastu uppstilling. Víkingur manglar annan av nýggju útlendsku leikarunum og Andreas L. Olsen. Hjá B36 er Alex Mellemgaard ikki við frá byrjan.

 

8. min.: Frísk byrjan frá báðum liðunum. B36 hevur havt ein góðan mál møguleika, men Benjamin Heinesen skeyt viðsíðuna av. B36 hevur havt yvirvág fyrstu løtuna, men bæði liðini tykjast vilja leypa á.

 

15 min.: 1-0 til Víking. Heðin Hansen sendi góða avlevering afturum verjuna hjá B36. Trygvi Askham ivaðist at koma út og kom at standa í millumstøðu, tá Adeshina Lawal sendi bóltin í málið. Fyrsti veruligi møguleikin hjá Víkingi eftir, at B36 hevur sitið á tí mesta.

 

25 min.: Hjalti Strømsten er komin inn fyri Atla Gregersen. Tað er ógreitt, hví Atli mátti lata seg skifta út. 

 

40 min.: So kundi tað sama staðið 3-0 til Víking. Bæði Filip Djordjevic og Sølvi Vatnhamar hava havt risa stórar møguleikar. 

 

Hálvleikur: 1-0 til Víking. B36 var væl betra liðið fram til Víkingur kom á odda eftir eitt korter. Síðani kundi Víkingur gott havt økt til bæði 2-0 og 3-0. Tí er tað uppiborið, at Víkingur er á odda í hálvleikinum. 

 

49 min.: B36 er byrjað nógv betri í seinna hálvleiki og tað hevur givið úrslit. Fyrst burdi Meinhard E. Olsen havt javnað, tá hann lobbaði uppum. Men løtu seinni javnaði Kaimar Saag eftir, at hava fangað ein tilvildarligan bólt í feltinum hjá Víkingi. 1-1.

 

57 min.: Stórur møguleiki til Víking. Heðin og Sølvi áttu uppspælið, men Filip skeyt viðsíðuna av, tá hann var leysur við málverjanum.

 

81 min.: Liðini hava gjørt nakrar útskiftingar og sum heild er dygdin á spælinum dalað nógv.

 

82 min.: So var 2-1 til Víking. Hans Jákup Lervig legði væl innfyri, har Filip Djordjevic stýrdi innlegginum við bringuni.Tað lá ikki beinleiðis nakað mál í luftini beint nú, men nú hevur Víkingur kós ímóti finaluni. 

 

Liðugt: Tað endaði 2-1 til Víking. Sum heild var talan um ein rímiliga javnan dyst, men Víkingur hevði kanska teir størru møguleikarnar samanlagt og tí uppiborið at vinna. Í dygd var spælið í fyrra hálvleiki væl betri, men seinni hálvleikurin ikki var so væl spældur. Tað verður tí Víkingur, sum skal spæla finaluna í morgun í Klaksvíkskappingin. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund