Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkskappingin: NSÍ-KÍ 0-2

SKRIVAÐ: Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen  |  24.02.2018 - 15:38 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

NSÍ trýsti og rakti stengurnar fleiri ferðir, men KÍ fekk málini og vann sær pláss í finaluna í Klaksvíkskappingini.

NSÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-1-1): Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Per Langgaard, Jóhan T. Davidsen, Einar Tróndargjógv – Øssur Dalbúð, Karl Løkin, Betuel Hansen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen.

KÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2): Meinhardt P. Joensen – Kristoffur Jakobsen, Hørður H. Askham, Deni Pavlovic, Óli Ey. Poulsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Ronni Møller-Iversen – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð.

Dómari: Jóhan H. Ellefsen. Linjuverjar: Beinir Johannesen og Julian Gregersen.

5 min.: Góð líkindir til fótbólt í Klaksvík í dag. Bæði liðini spæla við sterkum. Tað hevur gingið javnt á og mest eyðsýndi leikarin fyrstu løtuna hevur verið Semir Hadzibulic, sum hevur dribla, fingið fríspark og havt fyrstu royndina á mál.

 

11 min.: 1-0 til KÍ. Ronni Møller-Iversen legði bóltin til Semir Hadzibulic, sum við vinstra beininum skeyt í málið. 

 

Hálvleikur: 1-0 til KÍ. Bæði liðini hava havt onkra góða roynd á málið, men tað er bara eitt mál komið, sum KÍ fekk. Spælið hevur ikki verið serliga flótandi og tað sást, at vit eru tíðliga í árinum. 

 

60 min.: So er 2-0 til KÍ. Jákup legði út í høgru til Jóannes Bjartalíð, sum sendi væl innfyri til Páll A. Klettskarð, sum bara kundi trilla í málið. Hetta er tó ikki í tráð við leikgongdina í seinna hálvleiki, tí NSÍ hevur havt tríggjar góðar royndir í seinna hálvleiki, ið tað sama kundu givið mál. M.a. skallaði Klæmint A. Olsen á yvirleggjaran.

 

Liðugt: KÍ vann 2-0 við málum frá Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð. Men talan var um javnan dyst og í seinna hálvleiki raktu NSÍ leikararnir tvær ferðir á stengurnar. NSÍ hevði eisini aðrar stórar møguleikar, men KÍ fekk málini og skal spæla finaluna móti Víkingi í morgin kl. 15.30, meðan NSÍ og B36 spæla um 3. og 4. pláss kl. 13.00.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy