Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Sjálvgjørt tíðindamonopol

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  24.02.2018 - 17:44 Bloggur Tíðindi

Nú eru fólk endiliga við at gerast greið yvir tann ørskapin tað var, at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman til ein stovn, bara tí at soleiðis er tað í grannalondunum. Samanleggingin ber boð um totalt vantandi vitan um fjølmiðlaheimin, vanahugsan av ringast slagi, og eitt visiónsleyst løgting.

Tað ljóðar í fyrsta umfari heilt rímiligt at vísa á BBC, NRK, SR og DR, sum hava bæði útvarp og sjónvarp í sama stovni, og at tað kanska eru fyrisitingarligir fyrimunir í einum tílíkum eindarstovni. Men her eiga vit ikki at gloyma, at í øllum hesum londunum hava tey havt stórar og sterkar gamlar skrivaðar fjølmiðlar, sum eina mótvekt móti ríkismonopolunum. Í Føroyum finst ongin tílíkur mótspælari, hvørki hvat ið mansorku ella fígging viðvíkur.

Í samrøðu við Árna Gregersen á Rás 2 vísir Øssur Winthereig so skilagott á óhugnaligu tíðindamonopolstøðuna í Føroyum, og á at t.d. í Bretlandi og í Danmark hava tey fyri langt síðani sæð demokratiska vandan, og gjørt nakað við støðuna við at seta á stovn ITV (Sjálvstøðugt Sjónvarp í Bretlandi), og TV2 og Radio 24/7 í Danmark. Tí, sum hann segði, uttan mun til hvussu dugnalig og skilagóð tíðindafólkini í KvF eru, so fer allur tíðindaflutningurin hjá monopolinum fram innanfyri somu fammilju, og stovnarnir skulu helst ikki fara at berjast við seg sjálvar.

Tað ljóðar kanska »snærandi«, at við at hava alt í einum stovni, so kanst tú spara ein hóp av peningi við at sleppa undan dupultari umsiting. Eg veit ikki, hvussu nógvar krónur Føroyar hava spart á hesum økinum, men um prísurin er eitt tíðindamonopol, ella eitt hugsjónarmonopol, so er talan um dýrt spardar krónur. Tað er, tí serliga um vit fáa eina nýggja búskaparkreppu, so fáa vit eisini eina Pravda- ella Stasi-líknandi støðu í Føroyum. Tí  um búskapurin linkar og  keypiorkan minkar, og komersiellu bløðini gerast slunknari, so gerst føroyski Sannleikin (Pravda) undir heitinum KvF alt sterkari!

Harra á Lakjuni eigur æruna av støðuni, sum hon er í dag við KvF-monopolinum. Hattin av fyri honum, at hann viðgongur sína synd móti fólkaræðinum, og vil nú hava okkurt slag av skotti millum tíðindadeildirnar hjá sjónvarpinum og útvarpinum. Hattin av fyri tí!

Men, sum royndi fjølmiðlamaðurin Øssur Winthereig vísir á í samrøðuni við Árna Gregersen, so er tað ikki vist, at Jógvan á Lakjuni hevur hugsað málið til endans. Tí meðan uppskotið um tvær tíðindadeildir í sær sjalvum ljóðar positivt, so er tað onki garanti fyri óheftum tíðindaflutningi, tí hesi tíðindafólkini eru sett av sama leiðara, drekka kaffi í somu kantinu, arbeiða fyri sama stovn, og kunnu býta um sess, tá høvi býðst.

Eg dugi væl at ímynda mær fyrimunirnar hjá journalistum, programmfólki og tøkningum við at arbeiða í einum stórum umhvørvi, har ein kann skifta millum rættuliga ymisku miðlarnar, útvarp og sjónvarp. Men skal nøkur verulig broyting fara fram innan tann partin av føroyska fjølmiðlaheiminum, ið verður fíggjaður av licenspeningi, so verður tað neyðugt, sum Øssur Withereig eisini vísir á, at stovna ein nýggjan licensfiggjaðan stovn – eitt slag av heilt sjálvstøðugum føroyskum Radio 24/7.

Nú fólkini í útvarpinum og sjónvarpinum eru vorðin ein stór hugnalig fammilja í nýggja hugnaliga og fyri sovítt vælvirkandi stovninum KvF, er neyvan nøkur meining í at luta stovnin sundur aftur; at klyvja ættir og vinarbond er aldrin ein loysn.

Eg eri heilt samdur við Øssuri Winthereig í, at loysnin er heldur at taka (hetta segði hann ikki beinleiðis!) eina 24/7-avgerð, og geva einari nýggjari útvarpsrás – bara útvarp – ein bita av licenskrónunum, og at seta eina heilt sjálvstøðuga tíðindarás, og bara tíðindarás, á stovn, við einum (mín metan) 8-10 fólkum og sjálvstøðugari sendinót. Ikki í Sumba, Fugloy ella Gásadali, men kortini so langt frá Sortudíki, at tað ber til at drekka ein caffè latte við øðrum enn sortudýkingum.

Fyri teimum, ið ikki kenna stórvegis til, hvat krevst av skilagóðum tíðindaflutningi, ella hvønn týdning eitt tíðindamonopol kann hava sum hóttan móti fólkaræðinum, kann ein eyka redaktión við 8/10 tíðindafólkum, tykjast sum tað reina oyðsl og møsn. Men, aldrin hevur verið størri tørvur á gravandi óheftum journalistikki í oyggjum okkara enn júst í dag. Slíkt kostar pengar og mansorku – men, hetta er treytin fyri at teljast millum framkomnu fólkaræðini.

Hattin (eisini føroysku húgvuna, reyð ella blá) av fyri Jógvani á Lakjuni, nú hann viðgongur sítt mistak – hettar er tekin um hetjusinni!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund