Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólfinn Hansen

Hvat er ein føroyingur?

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  25.02.2018 - 08:00 Bloggur Tíðindi

Tað er ein “dansk statsborger, bosat på Færøerne”, gamaní, men eru so allir danir í Føroyum eisini føroyingar? Og er ongin útiseti so føroyingur? Vit kunnu siga, at man skal vera føddur í Føroyum fyri at kunna vera føroyingur, men harvið verða fleiri túsund fólk, fødd í Danmark og aðrastaðni, lúkað út úr felagsskapinum. Roynt hevur verið at definerað føroyingar leingi, men uttan úrslit. Hvørjaferð tað verður roynt, útiloka vit summar føroyingar, meðan vit inkludera fleiri ikki-føroyingar.

Nøkur felags karaktertrekk eru tó. Føroyingar hava sterkt tilknýti til sína ætt og sína trúgv, eru millum heilt fá fólkasløg í heiminum, sum dáma ræstan mat, og har skal vera nokk av honum. Gert tú ein døgurða til seks, so skal hann helst kunna metta 15 fólk, og tað er onki óvanligt í at sósin verður sett á borðið í liturmáli, tí valla kann minni gera tað. Tað einasta sum tað er meira til enn av sós, er av eplum, og mangur føroyingur hevur følt seg snýttan á matstovu uttanlands, har fatið av eplum ongantíð kom á borðið. Fyri ikki at tala um sósina, sum í útlondum ikki fyllir meira enn eitt hálvur fingurbolli pr. kuvert.

Eru føroyingar gávumildir við matinum, so stendur heilt øðrvísi til við uppvaskisápuni. Hóast meira enn onnurhvør føroysk matmóðir samlar uppá stell og silvurskaffigreiðir, so tolir tað mesta av tí ikki uppvask og er fyrst og fremst ætlað sum stovupynt ella arvagóðs. Ein føroyingur etur breyð beinleiðis av borðinum og karvar sær flísar beinleiðis av tjógvinum við felliknívi, sum verður turkaður upp í skjúrtuermuna. Gløs eru bara óneyðugir umvegir til øl og annað. Til tíðir er neyðugt at fara eftir einum krússi, men so skal tað sama krússið eisini brúkast allan dagin.

Føroyingar eru heimkærir, ærukærir og ganga høgt uppí ættarbond. Áður umrøddu føðingardagarnar hjá øllum út til fimta lið ganga upp í eina hægri eind til brúdleyp. Í Føroyum eru 11 oyggjar, ið hava færri enn 400 íbúgvar, meðan tey fægstu føroysku brúdleypini hava færri gestir enn tað. Átrúnaður stendur somuleiðis sterkur, og tí fer øll skeinking fram frá viðførisrúmum á parkeringsøkjunum, har Guð ikki sær. Paradoksalt nokk stendur kristindómurin sambært seinastu meiningakanningini nú sterkastur í heimabeitunum hjá Svínoyar-Bjarna og Tróndi í Gøtu.

Føroyar eru sostatt eitt land við mongum kontrastum. Stóri meirilutin, sum ikki vil hoyra talan um ES-limaskap, vil hava ES-pass. Allar tjóðskaparhetjurnar hava CPR-nummar, meðan flestu sambandsfólk bert hava P-tal. Í Føroyum kunnu samkynd giftast, men gera tað ikki. Føroyingar kunnu ikki fáa fosturtøku, men fáa tað. Og sum eftirnavn er mest vanligt at eita okkurt í stíl við “Hanusardóttir Jensen” – so er man bæði tjóðskaparligur og globaliseraður samstundis.  

Fyri stívligari øld síðani royndi Oliver Effersøe at definera føroyingar við boðunum “Vi føler os fuldstændig som danske”. Tað má tó sigast at vera púra passé nú, tí jútska vesturstrondin er eitt tað mest eksotiska ferðamálið, føroyingar nakrantíð vitja. Eru føroyingar í Danmark í meira enn 2 vikur, savna teir seg í føroyingafeløg, har teir eta nógv meira ræst kjøt enn teir høvdu í Føroyum.

Eiheldur kemur tað uppá tal at avnokta okkara føroyska samleika í donsku sendingunum við tí obligatoriska føroyinginum, tað veri seg X-Factor, Stjerne for en Aften ella Melodi Grand Prix. Allir føroyingar atkvøða sjálvsagt fyri obligatoriska føroyinginum, beinanvegin tá SMS-atkvøðugreiðslan opnar, tí so risikarar man ikki at angra tað, um man ikki dámdi framførsluna ella hon verður avlýst.

Um danir vildu verið óreinir og fingið mangan føroyskan heila at smeltað, so høvdu teir avmarkað SMS’ini til eina atkvøðu og havt 2 føroyskar luttakarar við næstu ferð.

Vit koma helst ikki nærri definitiónini av einum føroyingi á hesum sinni heldur. Men eitt gjøgnumgangandi trekk fyri føroyingar er, at teir ikki trívast væl við tímatalvum og tíðarkørmum. Har amerikanska grundlógin tók 116 dagar at skriva, hevur stjórnarskipanin verið ávegis í 19 ár. Og eftir tey 19 árini er allýsingin av føroyinginum bert, at “føroyingar eru tjóð”.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund