Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trygvi Danielsen vann Geytan og Maria Tórgarð vann Áskoðaravirðislønina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.02.2018 - 07:32 Mentan Tíðindaskriv

Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár vann høgt mettu virðislønina Geytan.

Í grundgevingini, sum Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini las, var m.a. sagt:

“Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar. Geytavinnarin í ár er 111 góðir dagar, hjá Trygva Danielsen.”

 

Eftir allir 9 filmarnir vórðu sýndir, skuldu áskoðarnir velja tann filmin, ið teimum dámdu best. Tað gjørdust Maria Tórgarð, sum fingu hendan heiðurin fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund