Lýsing
Lýsing
Lýsing
Otto "hjá Maller" Jacobsen | Mynd: stjornan.com

Otto 17 ára jubileum sum hallarspeakari

SKRIVAÐ: stjornan.com  |  25.02.2018 - 10:40 Ítrottur Tíðindaskriv

Stjørnan er einasta hondbóltsfelag í landinum, sum til hvønn einasta heimadyst hjá besta kvinnuliðnum, hevur hallarspekarar. Tað byrjaði í 1998, og var tað núverandi venjari okkara Svein Rógvi, sum eisini tá var venjari, sum tók stig til fáa hallarspeakara.

At hava hallarspeakara var vanligt í útlandinum, so hví ikki royna tað her hjá okkum. Ein hallarspeakari setur ein serligan dám á, har leikarnir á báðum liðunum verða presenteraðir við dystarbyrjan, og annars tá skorað verður, ella t.d. tá málverjin hevur eina góða bjarging, væl kryddað við góðum lívligum tónleiki.

Sum sagt, so varð byrjað í 1998, og hevur hallarspeakari verið til stórt sæð hvønn tann einasta  heimadyst hjá Stjørnuni síðani.

At byrja við, vóru tað ikki øll, sum vóru líka fegin um hallarspekaran við síni hvøllu rødd og larmandi tónleiki, men við tíðini er hetta blivið ein partur av einum hondbóltsdysti í KÍ-høllini. Tað er komið fyri, at hallarspekarin hevur havt forfall, og hevur tá verið saknur í honum. Tað er, sum at tað manglar nakað.

Fyrstu árini var tað Kristian Joensen (núverandi dómari í bestu kvinnu- og mannsdeildini) sum var speakari. Síðani 2001 hevur Otto Jacobsen trúliga sitið við mikrofonina. Við síni kláru rødd og góða tónleiki, hevur hann mangan fingið “høllina” uppá kók.

Boð hava eisini verið eftir Otto til onkrar av steypafinalunum. Seinast var, nú steypafianlurnar vórðu leiktar 12. feburar.

Vit ynskja Otto tillukku við 17 ára jubileuminum, og ynskja honum alt besta sum hallarspeakari næstu 17 árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB