Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkskappingin: Víkingur-KÍ 0-2

SKRIVAÐ: Txt Jákup Ósá. Myndir Oliver Joensen  |  25.02.2018 - 15:40 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Vit dagføra, tá nakað spennandi hendir í finaluni í Klaksvíkskappingini.

Víkingur byrjar við hesum liðnum (3-6-1): Bárður á Reynatrøð – Mikal á Reynatrøð, Poul Enok Hansen, Dennis Moreno – Hjalti Strømsten, Hans Jákup Lervig, Arnbjørn Svensson, Tonni Thomsen, Magnus Jarnskor, Hanus Jacobsen (liðskipari) – Dávur á Reynatrøð.

KÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Kristoffur Jakobsen, Hørður H. Askham, Deni Pavlovic, Óli Ey. Poulsen – Ronni Møller-Iversen, Jákup B. Andreasen, Steinbjørn Olsen, Hjalgrím Elttør - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð(liðskipari).

Dómari er Janus Fossdalsá, meðan Jan Hermansen og Jón M. Johannesen eru linjuverjar.

8 min.: Støðan er 0-0 og enn hava vit ongan stóran mál møguleika havt.

23 min.: KÍ situr tungt á spælinum sum eisini var væntandi, tá liðið hjá Víkingi er nærmast eitt eykalið. Páll A. Klettskarð hevur havt størsta mál møguleikan.  

38 min.: Framvegis 0-0. KÍ hevur havt ein góðan mál møguleika eftir frísparksstøðu. KÍ hevur bóltin fyri tað mesta, men verjan hjá Víkingi hevur tamarhald á tí mesta. 

Hálvleikur: 0-0. KÍ hevur ikki megnað at skapt nevnivert av møguleikum hóast greiða yvirvág í spælinum. Unga liðið hjá Víkingi hevur staðið seg væl. Sum heild hevur talan verið um ein hálvleik við fáum mál møguleikum. 

51 min.: Bæði liðini hava skift nakrar leikarar út. Sølvi Vatnhamar er komin inn hjá Víkingi og hann var líka við at skora við góðum langskoti. 

53 min.: Semir Hadzibulic spældi Boris Dosljak, men úr spískum skeyt hann á Bárð á Reynatrøð. 

59 min.: Jóannes Bjartalíð sendi gott fríspark innfyri til Hørð H. Askham, sum skallaði viðsíðuna av. Stórur møguleiki.

 

66 min.: Stórur møguleiki til Jóannes Bjartalíð, men málverjin hjá Víkingi bjargaði væl.

 

76 min.: 1-0 til KÍ. Jóannes Bjartalíð sendi hornaspark innfyri, har Páll A. Klettskarð í nærdysti fekk skorað. 

78 min.: 2-0 til KÍ. Nærum sama uppskrift. Jóannes Bjartalíð sendi hornaspark innfyri, har Semir Hadzibulic skallaði bóltin í málið. 

Liðugt: KÍ vann 2-0 í finaluni. Talan var um uppibornan sigur, men havast skal í huga, at Víkingur spældi við munandi meira skerdum liði enn KÍ. Tað góða fótbóltsspælið sóu vit sjáldan, men liðini løgdu nógv fyri. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!