Lýsing
Lýsing
Lýsing

Søgur av Flemish Cap

SKRIVAÐ: Dávur Winter  |  25.02.2018 - 20:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kl. 15 í gjár var tiltakið “Søgur av Flemish Cap” í Miðhøllini á Skúlatrøð – Hetta sum partur av Torraskránni.

Helgi Jacobsen, rithøvundur greiddi frá, tá ið Atlantsfarið í 1956 við Júst í Túni sum skipara og Jógvan Isaksen sum stýrimanni fór til New Foundlands.

Hetta var long leið og í fyrstani gekk ikki so væl, men endin varð, at funnin varð nýggj leið, sum loypti brell á aðrar eisini at royna hesa longu leið.

Hetta var, sum sagt í 1956 við Atlantsfarinum, ið Poul Hansen, reiðari í Havn, hevði leigað frá Onnu Isaksen í Klaksvík. Fleiri norðoyingar vóru við henda túrin, millum aðrar Osvald og Kjartan Sivertsen, Jógvan Isaksen, Einar Jacobsen og Óli Wolles.

Fýra av manningini eru á lívi í dag, Osvald Sivertsen, Norðdepli, Ólavur Nolsøe í Dali, Sverri Joensen, Runavík og Svend Fuglø, Tórshavn.

Greitt varð m.m. frá, at agnið gekk undan, og tí var neyðugt at fara inn í Kanada. Teir valdu at fara inn í Bonavista at keypa agn. Í fyrstani vóru teir ikki so væl móttiknir, men mæltir til at fara til annan bý, St. Pierre.

Endin var tó, at teir sluppu at keypa agn – høgguslokk. Men teir høvdu ongan pening við og tá var ikki so lætt bert at flyta pening millum londini, og samskifti var líkaleiðis ikki so lætt. So endin varð, at agnið bleiv keypt fyri eina byrsu, boyur og eitt gullur.

Høgguslokkur vísti seg at vera munin betri var betri agn og fiskaði upp í tríggjar ferði betri, enn agnið, teir høvdu havt við, makrel.

Júst fann við hesi roynd eina nýggja fiskileið í New Foundlandi, samstundis sum fiskurin minkaði í Grønlandi. New Foundlandi gjørdist fiskileið hjá føroyingum sum frá leið i fleiri ár og mundi standa fyri 1/5 av samlaðu veiðuni, Føroyar veiddi.

Helgi nevndi, at Dávur úr Gerðum læt byggja skonnartina Skálanes í Fraklandi í 1931. Í 1946, áðrenn norsk stállínuskip við frystirúmi sóust millum oyggjarnar, hevði Skálanes fingið eitt frystirúm, har agn kundi goymast og har allur kalvin, sum skipið fekk, kundi frystast og avreiðast feskur.

Teir kundu frysta1 tons um døgnið. Eitt frystirúm, kølt við generatori, var so ókent í 1946, at blaðið, Tímin kallaði frystirúmið fyri kuldaverk.

Skálanes seldi onkuntíð niðri og hevði sement við sær heim aftur til fyritøkuna hjá Kjølbro.

Skálanes bleiv fyrimyndin fyri stállínuskipini, ið komu seinni, sum eisini høvdu frystarí.

Eyðun Mohr Viderø, fyrverandi løgtingslimur greiddi frá túri, hann var við Beinir í 1958 á  Flemish Cap, har Eiler Jacobsen var skipari.

Fyrsti túrurin var tó við Jóhonnu í 1957, og eftir nýggjár 1958 fór Eyðun við Beinir, har Eiler var skipari.

Januar mánað vóru undir Føroyum á ísfisk. Februar og mars undir Íslandi vestur úr Snæfellsjøkli. Har var kalt og illverðursligt, greiddi Eyðun frá. Men unglingin mentist og hevði tað gott sum messudrongur.

Síðan tveir túrar til Flemich Kap á saltfiskaveiðu við línu. Endaðu seinna túrin í Grønlandi við snellu.

Ein túr undir Føroyum við Beinir mistu teir alla línuna. Hetta er móti sumri í 1958. Teir keyptu nýggja útgerð og nú gongur leiðin til Flemish Kap.  Ávegis yvir máttu teir gera nýggja línu til. Eingin húkur var rippaður heldur, so manningin fekk 10.000 teymar og húkar í part at rippa, og so annars at gera línuna til og knýta uppí hana.

Eyðun vísti m.a. eina mynd omborð á Beinir, har teir høvdu fingið ein grindahval, tá var lag á monnum. Eisini varð greitt frá ymsum skálkabrøgdum umborð og dugdi Eyðun væl at siga frá.

Eisini Eiler dámdi at skemta sær og hugna um um borð. Einaferð ein maður hevði róðurtørn, fer Eiler á brúnna og hevur eitt magnet í skjúrtuermuni. Hann stillar seg nærhendis kumpassini og hon snarar seg eftir magnitini. Maðurin, sum stýrir, sær at hann fer av kósini og leggur róðrið í borðið. Eiler flytir seg, og so aftur at snara.

Maðurin undrast á, at tað var so ringt at halda kósina. So varnast hann ein sukurmola, sum liggur við kumpassina. “Tað man vera hasin sukurmolin sum forstýrar”, heldur hann fyri. Hann tók sukurmolan burtur og Eiler flutti seg eisini frá kumpassini.

Tá fór alt at fungera og lættari varð at halda kósina. “Tað má eg siga, eg visti ikki, at ein sukurmoli kundi forstýra so nógv, helt maðurin, meðan Eiler “undraðist á”, at so kundi vera.

Eyðun greiddi frá ferðum inni í landi og at tað var nógvur góður tónleikur at hoyra har. Serliga vóru tað tær stóru Jukeboksirnar, har tú kundi koyra pening í og velja tær eitt gott lag, sum tær dámdi, ið hugtók hann.

Á veg heim frá tí eina túrinum, sigldu teir seg fram á Skálanes, sum lá við maskinskaða. Teir sleipaðu hana á Klaksvík

Beinir og Brestir, sum eftir tátíðar meti vóru stórir og flottir bátar, tóku 160 tons.

Eyðun valdi at fara uppá skúla, sum tikið verður til (skiparaskúla). Men fyri at forvinna sær til skúlan spurdi hann Jógvan Isaksen, sum tá var skipari á Atlantsfarinum, um hann kundi sleppa við ein sildatúr. Jú, tað var gaman í, men tá ið Eyðun skuldi fáa sær tuberklapógvið, sum krav var um fyri at kunna mynstra, fekk hann tað ikki. Tað vísti seg, at Eyðun hevði fingið tuberklar í lunguni.

Eyðun lá tí á Sanatorinum í 11 mánaðar og fór síðani í bankalæru. Men tó hevur hugurin til sjógvin verið har. Í 2003 var hann á rækjuveiðu Hviltenni.

Eyðun Mohr Viderø tók samanum og helt fyri, at teir menn, sum tordu at royna nakað nýtt upp gjøgnum tíðirnar og gingu undan, vóru djarvir og raskir. Men nú kann tað tykjast, sum fótonglar verða lagdir fyri teir, sum tora og vilja í dagsins sjólívi. Hetta kann sanniliga verða til bága fyri teir og samfelagið annars. Hetta kann gerast ein vanda leið, segði Eyðun.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði