Lýsing
Lýsing
Lýsing
Geo Caribbean aftanfyri Slættaberg

Geo Caribbean á Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  25.02.2018 - 20:43 Myndarøð Tíðindi Vinna

Eftir døgurða kom stórt seismikskip, Geo Caribbean, inn á Klaksvík.

Teir koma frá dok í Frederikshavn, har teir hava gjørt skipið klárt, og so fóru teir út í rúman sjógv at royma ymsa útgerð norðanfyri Shetland.

Tá ið teir vóru so nær Føroyum, og skiparin var Høgni Vest og stýrimaðurin, Jóan Magnus Johannesen  - báðir úr Klaksvík, varð valt at sigla til Klaksvíkar, har nakrir av manningini fóru heim og nýggir serfrøðingar koma umborð í morgin.

Teir fara so aftur í rúman sjógv, sum krav er um til slíkar royndir, og koma so inn aftur týsdagin.

Tá ið royndirnar eru av, verður farið aftur til Frederikshavn at gera skipið klárt, sum tekur um tríggjar vikur.

Hvagar skipið síðani fer, er enn heilt í tí óvissa. Tá ið skipið er fullmannað, temur manningin um 68 fólk.

Skipið er 100 m langt og er tað CGG Aidesvik í Noregi, sum eigur bátin, ið hevur ligið stillur í tvey ár. Nú tykist sum tað er eitt sindur meira at gera fyri slík skip, og er hann tí tikin inn aftur í vinnu - Felagið eigur níggju líknadi seismikskip.

Manningin er 6 vikur umborð og síðani 6 vikur heima.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund