Lýsing
Lýsing

Tunnilsoddi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2018 - 09:09 Leiðarin

Fyrsti tunnilsdagurin í ár verður leygardagin 3. mars.

Norðurljós og Torradagar eru ikki meira enn farin aftur um bak, so er annað tema á skránni. Tunnilsdagar eru innførdir at gera tað hugaligari og bíligari hjá fólki, sum eru búsitandi hvørsínum megin Leirvíksfjørð, at vitjað hvønnannan. Har Norðurljós og Torradagar eru mentanarrelateraðir, er tunnilsdagurin mest av øllum eitt vinnuligt átak. Handilslívið upplivir fleiri fólk við kassaapparatini og leggja tey nógv fyri at hava júst rætta tilboði til kundar og viðskiftafólk.

Vit uppliva hvønn dag hvussu dagarnir gerast ljósari og okkara veðurmaður hevur áhugavert yvirlit, sum vísúr hvussu minuttirnir leggjast aftrat. Fyrsti várdagur varð 22. februar, men kunnu vit nokk ikki enn heilt siga, at várkenslan hevur sett seg í okkum. Vit hava hoyrt um eitt tjaldur á Norðoyri og tað ber boð um, at vit so smátt kunnu síggja fram til, at fáa hita í okkara køldu kroppar.

Grækarismessuhaldið í Klaksvík er dottið niðurfyri og tað er stórt spell. Herfrá verður vónað at hesin táttur aftur verið tikin upp. At seta hvørjum øðrum stevnu gjøgnum álmanakkaárið er okkum kent. Vit hava longu haft Norðurljós og Torradagar, sum bæði hava sín uppruna orsakað av árstíðini tey verða fyriskipaði í.

Norðlýsið var herfyri í Keypmannahavn har matstovur fingu handaðar sokallaðar Michelin stjørnur. Á vinnulívsráðsfundi í fjør spurdi Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands hvussu tað bar til at heimsins besta fiskamatstova ikki lá í Klaksvík. Hesin spurningur hevur fylgt mær líka síðani. Tá so Norðlýsið fekk innbjóðing frá Nordic Michelin Guide um, at luttaka til handanina, varð Gutti Winther biðin til serfrøðingastuðulshjól. Nú skuldi hetta matuniversið meira inn undir húðina.

Í næstum gera vit greinastubba har Gutti metur um hvat skal til fyri at Klaksvík fær eina matstovu í serflokki. Vit mugu taka hendan debattin.

Í eina tíð hava vit hoyrt um ætlanir at byggja eitt nýtt Hotel í Klaksvík og vit fara at spyrja inn til íleggingarhugin hesum viðvíkjandi. Tað er hugsandi at ein matstova verður knýtt at hesum hotelli. Nakað skapar nakað og eitt Hotel vil økja munandi um møguleikarnar fyri ferðavinnuni og eisini møguleikarnar, at fyriskipað størri mentanarlig og ítróttarlig tiltøk í býnum. Her liggja hópin av arbeiðsplássum.

Í blaðnum er sera forkunnug søga um kvinnu, sum fekk navn á ein heilt serligan hátt. Mamman og pápin vóru í Klaksvík og tað gjørdist orsøkin til at hon fekk sítt navn - hendan er verd at lesa.

Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomin á tunnilsdagin 3. mars á sín vanliga jaliga hátt og sum ein íðin KÍ fjeppari segði mær ígár, so hevur KÍ hevur vunnið the double (VFF kappingina og Klaksvíkskappingina) áðrenn kappingarárið yvirhøvur er byrjað - nú restar bert í at fáa Grækarismessuhaldið á beinini aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…