Lýsing
Lýsing

Kringvarpsredaktión í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.03.2018 - 09:25 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Mentamálaráðfrúan greiddi á tingi í gjár frá, at í hennara tíð á Sosialinum var Sosialurin ein veruligur landsmiðil, sum hevði redaktiónir runt um í landinum. Hesum kann Kringvarpið taka við læru av – og hví ikki gera eina redaktión saman við Norðlýsinum? Her eru 103-ára royndir í at røkka lokalbefólkninginum.

Tað er lítið at taka seg aftur í, at Kringvarp Føroya fyrst og fremst sendir frá høvuðsstaðnum. Í Klaksvík hevur fyri stuttum verið tiltakið Norðurljós, sum Kringvarpið bara sendi eina einstaka mynd frá. Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð eisini handað uttan at KvF sendi frá tiltakinum. Torradagarnir eru júst farnir afturum, og teir vóru líka nevndir í útvarpinum, annars hoyrdist ikki frá teimum. Kanska er ikki løgið, at Fiskivinnutingið datt niðurfyri, tí tá eitt tílíkt var á Sjómannadøgunum, sendi KvF heldur ikki frá tí. Klaksvíkskappingin í fótbólti hevur júst verið, og hon varð ikki nevnd í 3-2. Úr Suðuroy frættist, at eini 800 fólk hava ligið fløt av láturi av Suðuroyarkabarettini í nýggju SALT-hølunum, men onki hevur verið at hoyrt um hetta í KvF.

Er føstulávintshald, verður sent frá einum av skúlunum í Havn. Skal KvF gera voxpop, verður skift millum Gongugøtuna í Havn og SMS í Havn. Flaggdagin verður sent frá flaggdagshaldi í Havn. Fyrsta mai verður sent av Vaglinum. Millum lítið og onki verður sent frá G! og Summarfestivalinum, eins og kappróðurin er tað einasta frá summarstevnunum, sum fær innivist í KvF, meðan fleiri tímar verða sendir frá ólavsøku. Og soleiðis kundu vit hildið á leingi. Tað vísir seg at vera sera trekt at fáa sjónvarpsmanningina út um Ringvegin.

Norðlýsið varð stovnað í 1915 sum alternativ til høvuðsstaðarpressuna, og hóast tøknin og samferðslan hevur ment seg almikið síðani 1915, so er tørvurin á einum lokalblaði í Norðoyggjum minst líka stórur sum tá. Eisini hóast tað skal eita seg, at Kringvarp Føroya er public service fyri alt landið.

Tí vóru tað góð tíðindi at hoyra, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heitti á Kringvarpið um at lurta eftir teimum atfinningarsomu røddunum, ið vístu á, at tey kendu seg yvirsædd av Kringvarpinum. Orðarætt segði hon: “Eg haldi faktiskt ikki tað er okey, at vit hava ein stóran part av Føroya fólki, ið ikki følir, at Kringvarpið umboðar tey”, og helt fram “eg trúgvi, at ein orsøk er tann, at Kringvarpið ikki kemur nóg nógv út um landið”.

Norðlýsið vil fegið samstarva við Kringvarpið um at fáa eina lokala redaktión í Norðoyggjum upp at standa, og hevur 103-ára royndir í fjølmiðlaheiminum at vísa á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…