Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endursendingar fyri milliónir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.03.2018 - 10:17 Leiðarin

Í skemti bleiv fyrr sagt, at styttingin SvF stóð fyri Sendingin Verið Fyrr. Ein so og so stórur prosentpartur skuldi vera á føroyskum, og tað bleiv ofta rokkið við at endursenda føroyskar sendingar. Seinni varð farið til at endursenda somu sending tvær ferðir, soleiðis at nærum allar føroyskt framleiddar sendingar verða sendar tríggjar ferðir í Kringvarpi Føroya.

Í hesum teldu- og tøknitíðum kann ein spyrja, um hetta veruliga er neyðugt. Heimasíðan hjá KvF hevur sendingarnar liggjandi talgilt kortini, so at øll við interneti, sum ikki hepnaðust at síggja sendingina fyrstu ferð, hava møguleikan at hyggja at henni seinni. Er orsøkin bara, at tað skal sleppast undan at framleiða føroyskt tilfar, tí onkur kravdur prosentsatsur er til føroyskt tilfar, og hetta tí verður roynt at røkka við endursendingum í staðin, so er tað absurd.

Batar eru at hóma. Inntil í fjør vórðu sjálvi útvarpstíðindini á kvøldi send kl. 18, og so endursend kl. 21. Til tíðir góvu tey onga meining kl. 21, tí millum kl. 18 og 21 var okkurt hent, sum gjørdi, at tey ikki longur vóru aktuell. Hetta er nú slept, og tað ljóðar ikki sum um nakar saknar endursendingina. Tey sum ikki fingu hana við kl. 18, fara á internetið eftir sendingini, og lurta so tá tey sjálvi hava umstøður til tað. Ella tey lata hana fara og bíða eftir næstu tíðindasending.

Men hvørja meining gevur tað, at sendingar sum Góðan morgun Føroyar og Nón, sum eru uppkallaðar eftir tíðini á degnum, tær verða sendar, verða sendar umaftur um kvøldið? Hesar eru live-sendingar, sum standa í beinleiðis relatión til ávísa tíð av degnum.

Verður hugt at útvarpsskránni ein tilvildarliga valdan dag, eru umleið 7 tímar endursendingar. Í sjónvarpinum er í miðal hálvur annar tími av endursendingum hvønn dag, men har verða bert sendir 6 tímar tilsamans um døgnið í mun til 24 í útvarpinum. Í báðum førum fylla endursendingarnar sostatt áleið 25% av øllum senda tilfarinum, onkrar dagar meira.

Tónleikur fyllir somuleiðis sera nógv í sendifladuni. Tónleikur er mikið undirhaldandi, men eisini har ger tað seg galdandi, at føroysku tónleikasendingarnar verða endursendar tvær ferðir, og tá hugsað verður um, at summar av sendingunum einamest eru ífylla millum tiðindasendingar (uttan ta stóru viðgerðina av einum verti), reisir tað spurningin: Er tað veruliga neyðugt at endursenda ífyllu?

Argumentið fyri endursendingunum hevur verið, at tey gomlu hava ikki internet. Hetta skal takast í álvara, men tað er eisini ein veruleiki, at tey gomlu eru tey sum leggja mest fyri at síggja sendingarnar fyrstu ferð. Tey eru trúfastastu lurtararnir og hyggjarnir. Og at ein stutt sending sum morgunlesturin verður endursend eina ferð á morgni, er heldur ikki nakar trupulleiki. Trupulleikin er ikki, at eitt sindur verður endursent eftir eini tørvsmeting, men at ein so stórur partur verður endursendur, og tað fleiri enn eina ferð.

Flutt á blaðheimin svarar hetta til, at vit høvdu prentað somu grein fleiri ferðir í blaðútgávuni, og tað hóast hon eisini lá á internetinum. Tað dugir ein og hvør at síggja er eitt spill av resursum, og lesararnir høvdu skjótt vent blaðnum bakið so.

At lurtararnir og hyggjararnir ikki kunnu venda Kringvarpinum bakið, má ómøguligt gerast ein koddi hjá stovninum, har sagt verður, at tað kann gera tað sama, hvat hyggjarin verður fóðraður við; hann kann ikki rýma kortini. Tað er lógarkrav, at hvør og ein myndugur føroyingur letur 150 krónur av síni inntøku hvønn mánað til stovnin, ið harumframt sleppur at kappast um lýsingar við privatu miðlarnar. Hetta gevur stovninum yvir 60 milliónir í árligum inntøkum, og at ein so stórur partur av tí, vit fáa afturfyri, er undirhaldstónleikur og endursendingar, er ikki nóg gott.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum