Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Lat nú Kringvarpið fáa frið!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  08.03.2018 - 11:20 Bloggur Tíðindi

Nú onkur alment hava funnist at tiðindadeildini hjá kringvarpinum, eru nakrir politikarar farnir upp at goyggja. Tí politikarar í dag eru soleiðis háttaðir, at um teir ikki eru at síggja ella at hoyra í fjølmiðlunum nakrar ferðir um vikuna,  so halda teir at veljarin gloymir teir, og tí noyðast teir at prógva sín eksistens við at goyggja í tíð og ótíð – eisini um tað teir onki skil hava fyri!

Og ringasta boðið uppá eina loysn fyri KvF er komið frá  borgarligu andstøðuni, har skotið verður upp at privatisera KvF. Nú velst alt um hvat ið fólk meina við privatisering.  Merkir tað at KvF skal verða óheft av øllum almennum stuðuli, eisini av kringvarpsgjaldi?  Eller merkir tað, sum borgarligir politikarar hava til vana, at privat fólk skulu nassa uppá tað almenna, við at reka stovnin fyri almennan pening, men fyri egnan vinning.

Svøríki eru jú eitt erkadømi um hetta, at almennir stovnar verða privatiseraðir soleiðis, at tað almenna betalir, meðan nýggju borgarligu idealistarnir og eigararnir sita niðri við Miðjarðarhavsstrondina og drekka sjampanju og roykja sigar, samstundis sum skúlar, røktarheim og dagstovnar í Svøríki fara í vanrøkt og á húsagang.  Vónandi er tað ikki ein slík neo-kapitalistisk privatisering, andstøðan hugsar um!

Er ætlanin at reka SvF uttan lisensfígging, so er tað fyri tað fyrsta tekin um fávitsku av grovasta slag, og so kunnu tey siga alt starvsfólkið upp nú beinanvegin, og selja kringvarpshúsið til annað endamál. Tí tað er fullkomiliga ómøguligt at fíggja fimti starvsfólk ella fleiri, við reklamu- ella sponsorinntøku!  Verður tað gjørt, so noyðist stovnurin at tódna niður í næstan onki, og vandin fyri at enda undir trýsti frá lýsarum ella sponsorum, er beint tað øvugta av óheftum tíðindaflutningi.

Nei, latið KvF fáa frið! Stovnurin hevur júst fingið nýggja leiðslu, latum okkum síggja hvussu tað fer at gangast. Sjálvandi skal ein almennur stovnur tola atfinningar – og best er, sjálvandi, um atfinningarnar eisini koma frá fólki, ið vita hvat tey tosa um. Kannska skuldu føroyingar heldur verið ernir av at eitt so lítið land eigur ein so framkomnan stovn, sum KvF.

Men tá ið tað er sagt, so meini eg framvegis, at ein alment fíggjaður sjálvstøðugur tíðindasovnur afturat er neyðugur.  Ikki sum eitt alternativt KvF við útvarpi og sjónvarpi. Men heldur sum ein reinur tíðinda og aktuelt stovnur í nýggja samskiftisheiminum, við einari lítlari kjarnu av  veruliga royndum tíðindafólkum sum redaktión, ið kunnu keypa sær køna hjálp,frá t.d. teimum privatu ella prentaðu fjølmiðlunum og serkunnleika annars – alt eftir hvussu tørvurin er.

Um ein tílíkur tíðindastovnur gerst ein veruleiki, so er tað umráðandi, at vit ikki grava okkum niður í vanahugsan, og bara hugsa um eitt alternativt KvF – men, heldur um ein heilt nýggjan miðil, ið er møguligur við tí tøknini og teimum samskiftismøguleikunum, sum finnast í dag.

Sendinótin er longu her við alnótini, og framleiðslan nýtist ikki  at vera meira enn ein ella tveir tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Ættarliðið, ið nú kemur til, er ikki bundið av at tendra útvarps- ella sjónvarpstól tá klokkan er tað ella tað. Tey hava tøkni til at lurta ella lesa nær sum helst og hvar sum helst. Tað ið um ræður er innlit, dygd og dýpd.  Júst hvussu ein stovnur skuldi verði lagdur til rættis, fari eg at lata tey, sum eru køn í hesum fjølmiðla-/tøkniheiminum meta um.

Kanska fer KvF at blóma, um tað fær ein slíkan starvsfelaga!?  Og lat tað verða sagt so hart, at tað kanska eisini hoyrist inn í løgtingið: Tað er ikki ókeypis og als ikki løtuverk at framleiða eftirfarandi tíðindi! Men tað er ein treyt fyri fólkaræðinum!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin