Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kampval um at gerast næstformaður í Sambandsflokkinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.03.2018 - 18:51 Politikkur Tíðindi

Hans Kristian A. Abrahamsen, formaður í størsta økisfelagnum í Sambandsflokkinum, sigur at vantandi samstarv millum formannin og næstformannin er orsøk til at teir vilja hava nýggjan næstformann.

Formaðurin og næstformaðurin í Sambandsflokkinum skulu veljast av nýggjum á hvørjum árið, og tá freistin at stilla upp til ársfundin leygardagin, var úti á miðnátt mánadagin varð greitt, at eittans valevni er til formanspostin. Sostatt verður Bárður Nilsen afturvaldur á Landsfundinum leygardagin..

Hinvegin er greitt at kampval verður um næstformannsessin. Tað er greitt eftir at valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, hevur innstillað Helga Abrahamsen til næstformannsvalið ímóti verandi næstformanni, Magna Laksáfoss.

-  Vantandi samstarv millum formannin og næstformannin í flokkinum, er orsøkin til at vit vilja hava ein nýggjan næstformann, sigur Hans Kristian A. Abrahamsen, formaðurin í Samhald við Norðlýsið.

-  Tað ber ikki til at hava ein næstformann, sum ikki bakkar formannin upp, og tí hava vit valt at stilla Helga Abrahamsen upp til næstformann. Vit ynskja flokkinum tað besta, so flokkurin kann standa seg væl til komandi løgtingsval og tí eru vit sannførd um at hetta er tað besta vit kunnu gera fyri flokkin, sigur formaðurin í Samhald.

Landsnevndin í Sambandsflokkinum hevur fund í annaðkvøld og tá hittast lokalformennirnir saman við tingmanning flokksins á fundi á Gamla Apoteki. Tá fæst óivað ein ábending um hvør av kandidatunum hava størst stuðul millum nevndarlimirnar í økisfeløgunum og tingmanning flokksins, sum saman við starvsnevndini kunnu atkvøða á Landsfundinum.

Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum verður á Hotel Hafnia leygarmorgunin kl. 8:30.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB