Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summarið fyllur nógv á Norðoya Kunningarstovu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.03.2018 - 14:54 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Háárstíðin hjá ferðavinnuni, várið, summarið og heystið. Tær tríggjar, Elsa Poulsen, stjóri, Friðbjørg Petursdóttir Justesen og Olivia Døgg fríðfinsdóttir hava úr at gera hesa tíðina.

Elsa Poulsen, stjóri sigur, at tað liggur sera frammarlaga í arbeiðinum hjá okkum, at finna fram til størri útboð av upplivingum til ferðafólk, sum vitja hendan vegin. Bæði tá tað ræður um vørur at selja og upplivingar á sjónum og til lands, har ferðamaðurin kann brúka partar av degnum ella heilar dagar.

Vit hava fingið bookingar til summarhúsini og okkum tørvar eitt nú fleiri bed&breakfast møguleikar í Klaksvík og í bygdunum í Norðoyggjum. Um onkur hevur summarhús, ið vit kundu leigað út fyri viðkomandi, so hevði tað komið væl við.

Tað er sera umráðandi, at vit fáa fólk at gista her í økinum. Vit skulu miðað ímóti at fáa so nógvan pening úr ferðavinnuni sum gjørligt. Tí er tað sera umráðandi at vit fáa ferðafólkini at gista her, so okkara samfelag fær sum mest burturúr.

Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir er just sett at vera við til at skumpa undir menningina av tiltøkum í Norðoyggjum. Týsdagin 13. mars verður evnislestur í íverksetarahúsinum frá kl. 19.00 til 21.00, har greitt verður frá visiónunum hjá Norðoya Kunningarstovu fyri summarið 2018. Har eisini verður uppi at venda um uppivingarmøguleikar, málbólkar og ferðavinnumynstur og ikki minst fer Íverksetarahúsið at vísa á ítøkilig amboð til vørumenning og Norðoya Kunningarstova fer at lýsa seg sum lýsingarframleiðara og søluplatform. Tað er Olivia Døgg, ið er samskipari av tiltakinum. Samband væst við hana á tlf. 286939.

Elsa Poulsen sigur at enda, at talið á ferðafólkum, ið vitjað Norðoyggjar er støðugt vaksandi og tí krevjast alsamt fleiri tilboð til gestirnar. Eitt nú er tørvur á at sleppa fiskitúrar. Umframt Dragan verða eisini skjóttgangandi bátar her í summar, men tørvur er á fleir tilboðum á hesum økinum og aðrastaðni við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund