Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesir báðir bresta saman í valdsdysti fyrrapartin í morgin.

Laksáfoss í ónáði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.03.2018 - 15:28 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Vanliga verða formans- og varaformansval í politisku flokkunum avgjørd við friðarvali, so leingi tann verandi stillar uppaftur. Tað er eina mest, tá sitandi formaður ella varaformaður leggur frá sær, at vit síggja stríðsval í flokkunum. Men nú verður so eitt í Sambandsflokkinum. Ongin bjóðar formanninum, Bárði Nielsen av, men varaformaðurin, Magni Laksáfoss, fær nú eitt mótvalevni í Helga Abrahamsen, ið sambandsfelagið í Eysturoynni, Samhald, stillar upp.

Tað var ein pínlig støða fyri Bárð Nielsen, formann, tá hann í Degi og viku fríggjadagin 8. desember í fjør varð varpaður út í allar føroyskar stovur, har hann segði, at tað verður ein intaktur Sambandsflokkur, ið fer at atkvøða tað sama í málinum um fiskivinnunýskipan. Minni enn ein tíma seinni var greitt, at so var ikki, tá Magni Laksafoss fór út, og soleiðis gjørdi, at Sambandsflokkurin bert hevði 5 atkvøður. Tað var ov lítið, og tí bleiv málið samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Hevði Magni Laksáfoss greitt atkvøðu saman við flokkinum, hevði fiskivinnunýskipanin fallið.

Aftaná kundi Jørgen Niclasen bretta sær á og siga, at tað hevði so ikki komið uppá tal, at ein fólkafloksmaður gjørdi eina sovorðna clearingsavtalu. Og Sjálvstýrisflokkurin segði nakað tað sama. Og Bárður Nielsen var bæði illur og skuffaður, tá Norðlýsið prátaði við hann sama kvøld. Hann hevði opið og alment lovað nakað, flokkurin ikki kundi halda.

Tey flestu í Føroyum munnu síðani hava undrast á, hvat tað var, sum fekk Magna Laksáfoss til at gera hesa avtaluna. Sjálvstýrisflokkurin vildi ikki gera hana, tá teir vórðu spurdir. Síðani hevur verið gitt um okkurt stórmál mundi vera, sum Magni Laksáfoss hevði fingið lovað afturfyri, men nú eru fleiri mánaðir gingnir, og onki hómast til nakað tílíkt mál. Og høvuðspersónurin sjálvur vil onki siga.

Helgi Abrahamsen er ikki nakar hissini avbjóðari. Hann hevur helst tað størsta veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum aftanfyri seg. Og tað er greitt, at valfeløg tosa saman sínámillum. Var ongin sum helst møguleiki fyri Helga at blíva valdur, hevði Samhald neyvan stillað hann upp. Sambandsflokkurin sjálvur hevur eisini sett Helga Abrahamsen at vera fundarleiðara beint aftaná formansfrágreiðingina.

Vit ganga helst ongum ov nær, um vit siga, at Magni Laksáfoss er tann meira liberali sambandsmaðurin, meðan Helgi Abrahamsen er tann meira konservativi sambandsmaðurin. Og tað er onki at taka seg aftur í, at Sambandsflokkurin er ein konservativur flokkur, skilt á tann hátt, at hann vil varðveita tað verandi, serliga tá tað kemur til ríkisrættarligu støðuna. So í so máta hóskar Helgi Abrahamsen seg rættiliga væl til profilin hjá flokkinum.

Virðispolitiskt dregur flokkurin ikki eina linju. Magni Laksáfoss og Edmund Joensen hava meira enn eina ferð markerað seg sum liberalar og meira globaliseraðar, ikki minst í málinum um hjúnabandslógina. Helgi Abrahamsen var tingmaður tá, men hann hevur aðraðstaðni gjørt greitt, at hann ikki hevði atkvøtt fyri tí málinum.

Onki er at ivast í, at tað verður ein spennandi landsfundur í Sambandsflokkinum í morgin, har eisini forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen luttekur. Fundurin byrjar kl. 08:30, og meðan sjálvur aðalfundurin kl. 9-10 sjálvsagt er fyri limir, ber til hjá øllum at stroyma fundin kl. 10-12 og aftur kl. 13-15:30. Norðlýsið verður á staðnum og fer at royna at fáa orðið á onkran av lyklapersónunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør