Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá Norðoya Gongufelag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.03.2018 - 15:16 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Àhugabólkurin aftanfyri gongufelagið, møttist í  9. mars at tosa um gongutúrar í 2018

Norðoya Gongufelag er ein áhugabólkur, sum hevur til endamáls, at gera gongutúrar í bø og haga, og vit  møttust 9 fólk, sum øll dáma væl at ganga í fjøllunum, og sum saman vilja skipa fyri túrum, har øll eru vælkomin. Vit lýsa túrarnar á facebook og í Norðlýsinum nakrar dagar áðrenn. Tað er ikki neyðugt at vera limur. Um tað er nakað, sum kostar, s.s. guide, bát, so verður goldið staðnum.

Síðsta ár vóru yvir 15 túrar lýstir, bæði stuttir og langir, allir við ymiskum upplivilsum, sum eru gevandi fyri likam og sál. Tann minningaríkasti var Kristihimmalferðadag, tá yvir 80 fólk gingu langa teinin frá Brunnunum, út á Borðoyanes og allan vegin eftir røðini norð á Klakk, tann flottasti var kanska sólsetrið gongufelagið upplivdi á Sornfelli, ella túrurin á Varmakeldu og framvið bakkanum til Fuglafirðar. Gongutúrar geva kennskap til økir nær og longri vekk og læra okkum at elska og æra okkara land. Vakra føroyska náttúra bjóðar óendaligar møguleikar fyri gongutúrum og ringt er at seta seg niður og velja, hvar og nær farast skal. Vit hella tí nógv til at túrarnir verða spontanir og alt eftir veðrinum og skráin niðanfyri er vegleiðandi.

Við ynskjum um eitt gott gonguár

Ynskja Hanus, Gunvør, John, Anna, Kamala, Eydna, Pól J., Lina og Amanda

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað
Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele…
Jens Johan Dam nýggjur formaður í Betri
Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl
Veðrið í vikuni
Myndir frá Kórstevnuni
At knúsa grót er ikki grønt