Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppiborin sigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.03.2018 - 20:06 Ítrottur Tíðindi

Neistin bleiv sendur suðuraftur til Havnar við ongum, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna

Sum væntað, so gjørdist dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum javnur og spennandi. Stjørnan fekk eina góða byrjan og kom á odda 4-1, men so kom stígur í hjá teimum. Næstu løtuna skoraði Neistin seks ferðir, meðan Stjørnan onki mál fekk. Stjørnan megnaði tó at svara aftur, og tá uml 20 minuttir vóru leiktir, stóð á jøvnum 8-8. Liðini skiftust um at skora tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan varð 12-11 til Stjørnuna.

Neistin kom betur frá byrjan í seinna hálvleiki og fekk eina leiðslu uppá 14-12, men stjørnuleikarnir góðu ikki upp, serliga var tað verjuparturin sum stóð væl, og fleiri ferðir bleiv dómt drál móti Neistanum. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin stóð á jøvnum 15-15. Eftir hetta tók Stjørnan leiðsluna, og sum seinni hálvleikur leið, øktist munurin støðugt. Tá fimm minuttir vóru eftir at leika, var støðan 22-17 til Stjørnuna. Seinastu løtuna fekk Neistin minkað um munin, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein uppiborin sigur til heimaliðið uppá 23-20.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Judith Dam Jacobsen 5, Jancy Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen 4, Mina Sirdal 3, Kristina Poulsen 3, Sonja Sirdal 2 og Tora Eliasen 2

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag