Lýsing
Lýsing
Lýsing

Álvarsamar skuldsetingar og miðlaøði - nú reinsaður

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.03.2018 - 09:58 Politikkur Tíðindi

Hesa seinastu vikurnar, hevur føroyski miðlaheimurin verið á gosi um, eftir at Bjarni Hammer av Miðlahúsinum varð ákærdur fyri ábyrgdarleysan umgang við rúsevnum. Í morgun komu boð frá Statsadvokatinum at einki grundarlag var fyri at gera meira við málið, tí einki rímiligt grundarlag var fyri at halda at nakað ólógligt varð framt. Stóra miðlasøgan sum bleiv borðreitt við, vísti seg at verða ein slatursøga, sum ikki helt vatn tá hon bleiv eftirkannað

Í grein í mánadagsblaðnum tann 26. februar ákærdi Miðlahúsið, á forsíðuni á Sosialinum, uttan prógv, Bjarni Hammer, løgtingslim fyri Javnaðarflokkin og løgreglumann í farloyvi, fyri at hava lova ungum kvinnum at útvega teimum hassj.

Umframt hesar ákærur var í greinini eisini greitt frá, at Miðlahúsið seinastu mánaðirnar hevði "gravað í skuldsetingum móti Bjarna Hammer um, at hann skal hava havt rúsevni um hendi". 

Aðrir miðlar vóru skjótir aftaná, tí var hald í ákærunum var talan sjálvandi um eina sera stóra og átiliga miðlasøgu. Kringvarpið skrivaði fleiri enn 10 tíðindastubbar á heimasíðu síni um málið, og innsløg hava eisini verið í tíðindasendingunum hjá KvF um málið. Vágaportalurin, sum í grundini var tann, sum fekk málið at rulla, tí hann ákærdi Sosialin fyri at halda søguni aftur, og Portal.fo hava eisini skrivað líka nógvar søgur um málið.

Trupulleikin er sum nevnt bara, at Sosialurin ikki hevur lagt eitt einasta prógv fram fyri almenningin um nakað sum helst. Einasta prógvið er ein klipt samrøða.

Blaðstjórin hevur gamaní sagt, at hon hevur 100 prosent prógv fyri tí, sum hon hevur skrivað, men hon hevur einki lagt fram, uttan nøkur útklipt brot, sum skulu geva lesarunum ábending um at okkurt kriminelt er framt.

Aðrir miðlar eru hoppaðir á vognin og skrivað sínar søgur vísandi til Sosialin.

 

Norðlýsið valdi einkið at skrivað

av fyrstan tíð av trimum sera einklum orsøkum:

Nr. 1 – Tí vit fingu ikki fatur á Bjarna Hammar, hóast vit ringdu áhaldandi, og fingu lovað via sms at løgtingslimurin skuldi ringja aftur.

Nr. 2. Tí ógreitt var hvør hevði melda málið til Løgregluna.

Nr. 3. Løgreglan vildi hvørki vátta ella avsanna at talan var um eitt politimál. Av politistøðini í Havn fingu vit greitt at vita at allir miðlar høvdu fingið sama svar frá løgregluni.

  

Men eftir egnar kanningar av málinum kundu vit staðfesta at málið er meira umfatandi og at orsøk var at halda at skuldsetingarnar høvdu motiv, sum settu álvarsamar spurningar við skuldsetingarnar og sokallaðu "prógvini" í málinum. Vit skrivaðu m.a., at tað er nógv sum bendir á, at upprunin til málið er tann, at tað eru fólk við tøttum tilknýti til Unga Tjóðveldi, sum vildu hava Bjarna Hammer frá, tí hann ikki gekk í takt við restina av samgonguni í málinum um fiskivinnunýskipanina. Miðlahúsið hevur m.a. á sera ivasaman hátt gjørt eitt “sett upp” fyri at “fanga” løgtingslimin. Miðlasøgan byrjar tí at líkjast alt meira einum bílagdum arbeiði, sum eftir øllum at døma er "bílagt" av politisku mótstøðufólkunum hjá Bjarna Hammer. Hetta hevur Kringvarpið tó ikki nevnt við einum tí einasta orði. Grundgevingin hjá KVF er, at tað fyriliggja eingi prógv um tað, sum Norðlýsið - og eisini Vágaportalurin – hava ført fram.

Lat ongan iva vera um, at vit skriva ikki nakað, sum vit ikki hava vissu fyri; men hví seta "journalistarnir" í KvF og á øðrum miðlum nú bráddliga fram krav um, at síggja prógv í hesum málinum? Hví gjørdu hesi fólkini ikki tað sama, tá tey byrjaðu at dekka søguna um Bjarna Hammer? Tá var ikki eitt einasta prógv lagt fram.

Avleiðingin av ákærunum er, at Bjarni Hammer er dømdur av fólkadómstólinum fyri nakað, sum vit á ongan hátt kundu vita um hann hevði gjørt ella ikki.

Og hvussu skal ein persónur verja seg ímóti slíkum ákærum? Hvussu kann hann prógva, at hann ongantíð hevur selt hassj? Og hvussu kann hann prógva, at tað sum Sosialurin hevur gjørt sær stóran ómak fyri at fella hann uppá, ongantíð var uppá tal? 

Eftir viðferðina í miðlunum verður tað ógjørligt hjá honum at mótprógva tær skuldsetingar, sum Sosialurin og m.a. Kringvarp Føroya hava sett fram. Eingin kann hava dokumentatión fyri tí, sum man ikki hevur gjørt og ikki hevur ætlað at gjørt.

Nú politiið hevur gjørt sínar kanningar og statsadvokaturin koyrt málið í skrellispannina hanga skuldsetingarnar hjá Sosialinum og Kringvarp Føroya, sum ein ramur luktur í luftini. 

Hvar er dokumentatiónin fyri pástandinum hjá KVF og Sosialinum um at .....Bjarni Hammer skal hava útvega ungum gentum rúsevnir.....?

(Sí dømi: https://kvf.fo/greinar/2018/02/28/bjarni-hammer-i-farloyvi)

Í illsinnisglepsi til almennar viðmerkjarar, sum funnust at Sosialinum fyri vantandi prógv, valdi blaðleiðslan heldur ikki at leggja prógvini fram. Nei, hon bað hinar miðlarnar koma “inn í kampin” móti Bjarna Hammer.  

Hvussu skal nakar kunna varðveita álitið á føroysku fjølmiðlarnar, tá miðlar og felagsskapir framleiða ella pallseta egnar miðlasøgur, sum so aftur verður endurgivnar í øðrum miðlum?

Minstakravið má verða at tey sum bera fram ákærur koma við nøktandi dokumentatión, serliga í tílíkum málum, sum kunnu hava álvarsamar fylgir fyri onnur menniskju.

Vit fara at ynskja Bjarna Hammer og familju og vinum hansara alt tað besta og tankar okkara leita til tykkara eftir at tit hava verið offur í fúlastu útspillingar herferð í føroysku miðlasøguni.

Sí niðurstøðuna hjá statsadvokatinum her 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund