Lýsing
Lýsing

Hópin av FMA-virðislønum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  12.03.2018 - 13:52 Mentan Tíðindi

Leygarkvøldið vóru hópin av ymiskum FMA-virðislønum handaðar í Norðurlandahúsinum. Kvøldið endaði við, at Ársins tónleikaheiður varð latin Milson Zachariasen. At handa heiðurin stóð Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyri.

Borgarstjórin greiddi frá, at Milson Zachariasen fyri tað mesta hevði staðið handan knøttarnar og verið ein av undangongumonnunum innan rútmiskan tónleik, tá ið um upptøkur, plátu- og bandútgávur ræður - langt aftur í tíðina. Nógvir av teimum góðu gomlu tónleikarnunum heilt aftur til Faroe boys hava Milsoni nógv at takka fyri.

Milson er rættiliga lítillátin og segði tí dótturin nøkur orð sum tøkk vegna pápan. Har var víst á, at fyrsti bandupptakarin, Milson átti var ein tveysporaður bandupptakari – Hetta kann als ikki sammetast við tað talgiltu tøkni, sum finst í dag við óendaligum møguleikum.

Popp/Rokk flokkurin:
Ársins sangari: Bjarki Hansen
Ársins sangarinna: Kristina Bærendsen
Ársins útgáva: Lán mær eitt oyra - Swangah
Ársins sangur: Frosthvarv – Hamferð
Ársins bólkur/einstaklingur: Lea Kampmann

Opin Flokkur:
Ársins sangari/einleikari: Mattias Kapnas
Ársins bólkur/kór: Alda Magna
Ársins útgáva/konsert: Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar – Ingálvur av Reyni
Ársins kompositión: Autumn – Sunleif Rasmussen

Aðrar virðislønir:
Ársins nýggja navn: Silvurdrongur
Ársins videolag: Heiðrik – Monster Leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
Ársins húsi: Kapnas spælir Blak Sámal Blak og Uni Árting
Ársins tekstur: Útgávan Lán mær eitt oyra eftir Swangah
Áhoyraravirðislønin: Asyllex
Ársins framleiðari: Hans Poulsen
Ársins átak: Gittarting 2017
Ársins tónleikaheiður: Milson Zachariasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald