Lýsing
Lýsing

Viðmerking um miðlar

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  12.03.2018 - 14:48 Lesarabrøv Politikkur

Nú tingmaðurin Bjarni Hammer hevur verið til almenna umrøðu, skrivaði fyrrverandi borgarstjórin, landsstýrismaðurin og tingmaðurin, Jógvan við Keldu, hesa viðmerking á facebook vanga sínum tann 6. mars 2018

Góðan morgun øll FB-vinfólk míni!

Havi verið úti nú eina heila viku og ikki vitjað FB yvirhøvur. Havi sjálvandi saknað nógv á FB-jørðildinum.

Lat meg siga, at eg havi ongantíð hildið meg verið sartan, havi livað í politiska lívinum í fleiri áratíggir´"havi sagt - onkuntíð - ov nógv og sjálvandi eisini verið noyddur harvið at tikið ímóti"!

Ein orsøk til, at eg trongdi til frið á FB-marknaðinum var, tá eg sá mong sparka liggjandi persónin løgtingsmannin, Bjarna Hammer.

Kenni hann ikki, havi ongantíð heilsa uppá hann, eri ikki politiskt samdur við honum í fleiri førum, hann er sosialdemokratur og hevur tær hugsanir, meðan eg allar tíðir havi verið fólkafloksmaður og borgarligur, tí eg havi altíð hildið, at vinnan skal verjast og fáa frið at skapa og arbeiða.

Men soleiðis, sum Bjarni er viðfarin í fjølmiðlum og eirindaleysum viðmerkingum og ikki minni á FB-marknaðinum, líkist ongum og hoyrir ongastaðni heima!!

Hetta er mál, sum eg havi skilt tað, sum rættarmyndugleikarnir kanna. Lat hesar so tað.

At hava ymiskar meiningar er bæði gott og gevandi, men at royna at yvirganga hvønn annan við at avklæða fólk liggur ómetaliga lágt!

Nú havi eg sagt tað, sum eg havi hugsað og tað verður hervið!

Annars fari eg at ynskja øllum mínum FB-vinum alt gott og landi og fólki okkara eina dygga framtíð!

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Ársins Rósa" - Seinasta freist í dag kl…
Siloakórið og Dania jóla­konsert
Útróðrarbátar­nir hava roynt norð­anfyri í…
 Sjúrður Skaale: Annita og Sirið siga ós…
Mjølnir jóla­kapping
Sjúrður Skaale: Sirið Stenberg helst sag…
Núpur landar á Kósini í morgun
Løgmaður má halda orð
Høgni Hoydal er líka snildur sum frekur
2. viðgerð av fíggjar­lóg­ini hevur stóran…
Eg nytti einki í mær sjálvum
Diamant­brúdleyp - Osla og Jóhannes
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur fingið svar…
Høgni Hoyda: Eingin annar enn landstýris…
Klaksvík­ingar gjørt nýggjan sáttmála
Skemtiligur jóla­sálmur
Ein ivasamur heiður
Jólaguds­tænasta fyri barnagarðs- og vøgg…
Brúdleyp - Hilda og Jógvan
Anakronisma og ivasamar samanberingar