Lýsing
Lýsing

Rættið skeivleikan – við at desentralisera

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2018 - 08:00 Leiðarin Politikkur

Danski forsætisráðharrin var og vitjaði í Føroyum um vikuskiftið, og tað vóru áhugaverdir tankar, hann bar fram. Danska stjórnin hevur flutt 8.000 statslig arbeiðspláss úr Keypmannahavnar-økinum og út kring landið alt, og tað hevur verið væleydnað.

Forsætisráðharrin legði dent á, at Danmark var eitt land, og tað var sera umráðandi, at tað var menning í øllum Danmark. Tað sum fekk stjórnina at seta desentraliseringina í gongd var, at stjórnin sá, at eftir fíggjarkreppuna, so var gongd í Keypmannahavn og nøkrum stórum býum í Danmark, meðan tey smáu plássini framvegis vóru nógv merkt av mistreysti. Sum fylgja av hesum setti stjórnin í gongd Landbúnaðarpakkan, har danskir bøndur ikki longur nýtast at biðja um góðkenning úr Keypmannahavn.

Forsætisráðharrin viðurkendi at tað skapti ikki vøkstur í sær sjálvum at desentralisera, men at teir partarnir av landinum, har tað eru nógv ídnaðar-virksemi og tungt vinnulív, hava gott av, at tað koma vitanartung arbeiðspláss til økið. Er ein maður til dømis verkfrøðingur og fær starv í vinnulívinum, so skal helst vera eitt starv til konuna eisini í sama øki. Ella øvugt.

Í fyrstuni stóð Venstre rættiliga einsamalt við ætlanini, men í dag tekur nærum øll Christiansborg undir við tí. Forsætismálaráðharrin sigur, at tað sum hann er mest glaður fyri, er tann optimisman, sum er komin til sjóndar í øllum Danmark, nú

Í Føroyum áttu vit eisini at farið undir eina desentralisering. Tølini vísa, at umleið 72% av øllum almennum lønum verða útgoldnar fyri størv í Streymoynni, meðan øll tann størra helvtin av landsins íbúgvum má býta 28% ímillum sín. Í Streymoynni býr minna hevltin av Føroyum, 47%, meðan 53% búgva á hinum 16 oyggjunu 

Skuldu Føroyar býtt landsins almennu arbeiðspláss rættvíst, so merkir hetta, at umleið 1.000 arbeiðspláss skuldu flutt úr Tórshavn og verið løgd aðrastaðni í landinum. Umleið 2.200 arbeiðspláss høvdu verið eftir í Streymoynni, svarandi til umleið 50%, ið so aftur svarar til umleið fólkatalið har.

Ilt er at síggja, hvat Føroyar hava fingið burturúr miðvíst at satsa uppá høvuðsstaðin. Høvuðsstaðurin er komin í neyð av, at alt liggur har, og bústaðarneyðin er stór. Landið sjálvt skal rinda meira í leigukostnaði fyri at leiga í Tórshavn, og verður sæð burtur frá, at tað skapar virksemi til havnarborgarar, er ringt at fáa eyga á, hvat landið fær afturfyri hendan meirkostnaðin. Tá málið bleiv kannað í 2010, vísti tað seg, at Taks rindaði heili 875 krónur fyri fermeturin á Hálsi í Havn, meðan tað einans kostaði 525 fyri fermeturin at leiga á Tvøroyri.

So er spurningurin, hvussu desentraliseringin skal fremjast. Her er eitt gott hugskot, at tá ein stovnur sum leigar í Tórshavn fær álagt at spara, so skal hann í staðin fyri at siga fólki upp, flyta virksemið til eitt øki við lægri fermetrakostnaði. Uppá tann mátan verða tær keðiligu avleiðingarnar av sparingini fyri stovnin nógv minni, við tað at sloppið verður undan, at fólk missa arbeiðið.

Til landspolitikararnar kann bara sigast: Farið í gongd!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin