Lýsing
Lýsing

Viðurkenning av sjálvboðnum arbeiði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2018 - 10:58 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Á aðalfundinum í vár tann 5. mai 2018 fer ÍSF við heiðurskjalið Poul E. Petersen’s at heiðra og viðurkenna eina eldsál, sum gjøgnum nógv ár hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrstiformaður ÍSF. Eitt, ið eyðkendi Poul E. Petersen, var, at hann altíð var virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum, og hevur hannhavt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti ÍSF’s, sigur, at:

”Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaligaorku í arbeiðið fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttan eldsálirnar ber als ikki til. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí hava vit avgjørt aftur at lata heiðurskjaltil eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar. Vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftirtindunum.”

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva - og er hetta eisini av teirri orsøk týdningarmikið at varpa ljós á, nú alt fleiri í nútíðarsamfelagnum dragast við strongd, depressión v.m. Vónandi fara vit framyvir at síggja fleiri, sum átaka sær ymiskar óløntaruppgávur í feløgunum - bæði sær sjálvum og ítróttina til gagns. Tí jú fleiri jú betri, soleiðis, at fáu eldsálirnar ikki alt ov skjóttskulu brenna út.

ÍSF heitir hervið á sersambond, ítróttarfeløg og einstaklingar um at innstilla persónar, sum tit halda hevur uppiboriðheiðurin og grundgevið samstundis fyri uppskotinum. Freistin at senda inn uppskot er mánadagin 16. apríl 2018.

Í nevndini, sum tekur avgerðina, sita:

Anna Rein, Heðin Mortensen, Marjun Kalsø, Óli Holm og Signar á Brúnni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald