Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjørg Dam, løgtingslimur

Kanna møguleikarnar fyri súrevnisviðgerð í Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2018 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv

Bjørg Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni við heilsu- og innlendismálum ein skrivligan fyrispurning um súrevnisviðgerð. Viðgerðin hevur víst seg at vera sera væl egnað til fólk við eitt nú Parkinson, og flestum kunnugt er hendan sjúkan serliga útbreidd í Føroyum. Tí eiga vit at kanna møguleikarnar fyri at bjóða hesa viðgerð her á landi, sigur Bjørg Dam.

Hyperbar oxygen terapi (HBOT) er eitt viðgerðartilboð til fólk við álvarsamum sjúkum, so sum diabetis, sklerosu, demens og Parkinson. Viðgerðin fer fram á tann hátt, at sjúklingurin fær 100% reint súrevni at anda í seg undir 2,0-2,8 bar trýsti í 90 minuttir. 

Kanningar vísa, at ávísir sjúklingar fáa týðiligar batar eftir HBOT viðgerð, og fleiri og fleiri vísindaligar greinar vísa serliga á fyrimunir í samband við Parkinson sjúku. Tað, sum reint kropsligt hendir við HBTO viðgerðini, er m.a., at súrevni verður trýst út í kroppin og blóðrenslið verður betri. Tað koma nýggjar blóðæðrar, og kroppurin fær betri umstøður at grøða seg sjálvan. Súrevni virkar antiseptiskt, og tí er viðgerðin eisini góð í mun til grøðing av sárum, bruna, leking av oyðiløgdum vevnaði orsakað av stráluviðgerð og øðrum. 

Ríkissjúkrahúsið bjóðar viðgerðina eitt nú til diabetissjúklingar og fólk við seinárinum av stráluviðgerð fyri krabba. Sambært Kræftens Bekæmpelse verður helvtin symptomfrí og ein fjórðingur fær tað munandi betri eftir viðgerðina. 

Nógvir føroyingar stríðast við hesar sjúkur, hava árin og/ella ringa pínu hvønn dag. Sambært Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru tvær ferðir so nógvir føroyingar raktir av Parkinson sjúku í mun til tølini í øðrum londum. Eisini hevur tað verið víst fleiri ferðir á, at sjúklingar við Parkinson sjúku í Føroyum eru ónøgdir við tey viðgerðartilboð, sum verða útbjóðað. Millum annað varð fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni hesum viðvíkjandi í februar 2017.

Tí haldi eg, at vit eiga at kanna møguleikarnar fyri at føroyska heilsuverkið kann bjóða hesa viðgerð, sigur Bjørg Dam.

 

Les fyrispurningin her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…