Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spinnaríið aftur til heiður og æru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2018 - 11:06 Mentan Tíðindi Vinna

Ein varðveitingarverdur tignarligur, søguligur bygningur, sum bæði hevur hýst vinnu og mentan

Í løtuni verður gamla Spinnaríið í Klaksvík sett í stand, og júst nú verður tað pussað uttan og bjálvað. Arbeiðið innandurað verður framt í løtuni og síðani skulu vindeyguni setast í upprunastand. Umvælingararbeiðið er mett at kosta stívliga 6 milliónir krónur.

Hesin bygningur var ein av teimum mongu, sum Jógvan Kjølbro við synum við nýhugsan framdi.

Í bygninginum skal vera kreativur verkstaður við spinnaríi, ið Olga Biskopstø saman við felagssakpi kemur at standa fyri. Hetta er ein partur, sum ein felagsskapur hevur arbeitt við í mong ár.

Ovara hæddin fer m.a. at hýsa eini bátasmiðju, sum bátafelagið í Klaksvík skal standa fyri. Ætlanin er bæði at byggja føroyska og viðlíkahalda føroyska bátin.  

Tað fer helst eisini at liggja væl fyri, at eitt samstarv kann fáast millum Tekniska Skúla og bátasmiðjuna. Har verða eisini aðrir lutir.

 

Tikin í brúk í summar

Nú báðar síðurnar á bygninginum eru  sandblástar og farið er í gongd við endarnar,  sæst týðiliga hvussu væl stóri og rúmligi bygningurin í tveimum hæddum  kemur at síggjast og taka seg út í býnum og eitt prógv um ein varðveitingarverdan bygning, sum verður til frama fyri søguna, vinnuna og mentan, har kreativitetur eisini hevur eitt virksemi.  

Bygningurin verður eitt savningarstað fyri fremmandum ferðafólki, skúlaflokkum o.ø.og kann eisini verða brúktur, sum eitt slag av undirvísingarhøli og eisini við fyrilestrum.

Arbeiði gongur væl og ætlanin er at bygningurin verður tikin í brúk í summar.

Hugaligt er, at søguligir bygningur verða varðveittur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus