Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya løgting hevur løgarfest lønarniðurskurð í føroysku fiskivinnuni til frama fyri útlenskan eigaraskap

SKRIVAÐ: Annfinnur Garðalíð  |  13.03.2018 - 13:53 Lesarabrøv Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Í nýggju lógini um sjófeingið kunna vit seta nógvar spurningar, og nógv er so óskiljandi.

Eitt punkt er, atkomuligheit fyri tann einstaka - uppuboðssøla – menningarkvotur – antitrust – kvotur – fiskidagar – rættindahavarar - veiðuavgjald – skatting av yvirnáttúrligum vinningi – rist – stongdar leiðir - burtur við útlenskum eigaraskapi og alt yvir Føroyskan kajkant.

 

Stof til eftirtanka:

Hetta gevu nógv stoff til eftirtanka, og hvat vil okkara landsstýrið við hesi nýskipan.

Eg havi fest meg við eigaraskapin og alt yvir føroyskan kajkant. Hetta er so mótsigandi og beinleiðis óskiljandi.

Tað verður sagt í lógini, at úlenskur eigaraskapur skal út úr fiskivinnuni, tí útlendingar drena føroyska tilfeingið fyri risa stórar upphæddir og hesin peningur skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar. ” Alt gott um tað” men hetta hongur ikki saman.

Vit sendu nøkur línuskip til Flemish Kap, tey høvdu rokfiskaríð, men tey máttu og skuldu fáa fiskin til føroyar, og fyri ikki at brúka fiskidagar og olju til langa teinin til føroyar, so valdu reiðararnir, at senda fiskin til Føroyar í byngjum, og hetta kostar nógv, ístaðin fyri, at fiskurin kundi verði beinleiðis seldur og meiri fekst burtur úr.

 

Taka vit Svartkjaftin, so er støðan katastrofal.

Skipin hava veitt og veiða enn svartkjaft, og prísurin í Føroyum er sera lágur, skip hava fyngið bjóða frá 17 oyru og meiri pr/kg í eitt nú Íslandi, Dannmark og Noregi,  men lógin forðar fyri, at landast kann uttanlanda, fiskurin skal um føroyskan kajkan, og hann skal í hesum førði seljast til útlenskan eigaraskap, sum eigur móttøkuvirkið í føroyum ” Skrásett á Børssinum” fyri langt undir prís. So kunna vit spyrja, hvørjum gagnar hetta ? Manningarnar missa rættuligani stórar upphæddir í inntøku, og sjálvsagt eisini reiðaríðini.

 

Hvat fyri ein útlenskan eigaraskap er talan um:

Vit spyrja, hvat fyri ein útlenskur eigaraskapur skal út úr fiskivinnuni, eru tað teir sum eiga í virkunum á landið, og sum ávirka fiskaprísin tann negativa vegin, ella eru tað teir sum veita patrvísa fýgging til skipini.? Ella tey virkir sum eru børsskrásett, og vinningsbýtið ca 70 % ferð av landinum ?

 

Vit sýggja heilt greitt, at maningarnar missa sera stórar upphæddir við lóg. Tað eru stundum so nógv skip sum býða eftir landingartørni t.d. í Fuglafyrði, og góðskan bara vesnar fyri hvønn dag sum bíða verður og hetta má broytast.

Ein máti kundi verði, at fiskurin verður boðin út á eini uppboðssølu, har útlenskir bjóðarar kunna bjóða seg fram, og skipini kundu eftir nærri avtalu landa fiskin annahvørt í Føroyum ella útlandinum.

 

    Vegna

    Føroya Skipara-& Navigatørfelag

    Annfinnur Garðalíð

    Formaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag