Lýsing
Lýsing

Kavaruddingin er ikki nøktandi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.03.2018 - 15:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er ikki títt, at eg fari í býin við barnavogni. Men tó, tað kemur fyri. - Í morgun var ein slíkur dagur, tá eg átti tørn at traðka til. Gjørdi ikki mætari enn at ganga av Rygsvegi og niðan í bátahylin við Borðoyarvík, trillandi yngsta abbabarnið.

Men tað var ikki bara bara, tí kavin lá enn nógvastaðni á gongubreytini, so eg hevði valið ímillum at fara út á vandamiklu koyrubreytina ella at knossast upp um kavarúgvur, sum ongin sýnist at hava víst áhuga líka síðani so dánt var grivið av kava, at vit við bilunum sluppu ígjøgnum.

Hetta er also ikki nøktandi, skal eg heilsa og siga okkara umsiting og politikarum í býráðnum. Kann kanska leggja afturat, at sumstaðni er sera ringt at koma av gongubreytini við barnavogni, sjálvt har, sum ein skuldi trú at økið var ætlað vagnum og koyristólum.

Undir Steinbirni Jacobsen, sum borgarstjóra, skrivaðu vit her í Norðlýsinum um, at eitt "gongubreytartoymi" varð sett av býráðnum. Eftir ætlanini tá, var fyrsta uppgávan at gongubreytartoymið skuldi taka sær av kavarudding eftir gongubreytunum, men eisini skuldi hetta toymið taka sær av at umvæla og betra um gonguteigarnar og umstøðunum hjá teimum, ið dagliga hava gongubreytirnar fyri neyðini.

Ídag sær út sum alt hetta er slept upp á fjall og tað er als ikki nøktandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin