Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ættleiðingarlógin í Tingið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2018 - 19:50 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Frameftir fáa føroysk foreldur, ið ættleiða, holla ráðgeving bæði undan og eftir ættleiðingina. Hetta er ein av broytingunum í nýggju lógini um ættleiðing, sum verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum mikudagin.

Á ólavsøku verður familjurættarliga økið føroyskt málsøkið og er lóggávan um ættleiðing ein partur av yvirtøkuni. Nýggja lógin er øll á føroyskum máli og inniheldur fleiri nýggjar ásetingar, sum ikki eru í galdandi lóg.

Tað tekur tíð og tilfeingi at byggja upp egna skipan við ættleiðingarmiðling og tí verður í fyrstu syftu samstarv skipað við danskar myndugleikar um fremmanda ættleiðing. Lógaruppskotið, sum Sirið Stenberg landsstýriskvinna hevur lagt fyri Løgtingið gevur heimild til at skipa hetta samstarv.

Soleiðis tryggjar lógin rættindini hjá teimum, ið longu er góðkend sum ættleiðarar og bíða eftir at fáa barn í uppskoti, samstundis sum tey, ið frameftir ynskja at ættleiða, koma í eina dygdargóða og roynda ættleiðingaskipan. 

Ættleiðingarfyrireikandi skeið og ráðgeving
Í nýggju lógini um ættleiðing verða krøv sett um luttøku á ættleiðingarfyrireikandi skeiði til tess at tryggja, at ættleiddu børnini koma til so vælfyrireikaðar familjur, sum til ber. Hetta er ein broyting, sum eitt nú Ættleiðingarfelagið hevur spurt eftir og ein skipan, sum longu er galdandi í grannalondum okkara. Tað verður Gigni, sum fer at hava uppgávuna at skipa fyri hesum skeiðum.

- Tað er av alstórum týdningi at tryggja eina vælvirkandi ættleiðingarskipan í Føroyum til frama fyri ættleidd børn og ættleiðarar. Hetta lógaruppskotið hevur við sær, at núverandi skipan verður ment, eisini fyri betur at lúka altjóða krøv, sum Føroyar eru fevndar av, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.

Eisini verður ásett í lógaruppskotinum, at Gigni skal bjóða ættleiðingarforeldrum eina obligatoriska ráðgeving beint áðrenn og beint aftan á sjálva heimtøkuna av barninum, umframt at ættleiðingarforeldur fáa í boðið eitt tilskilað tímatal av ráðgeving, meðan ættleidda barnið veksur til og fram til tað er 18 ár.

Í Føroyum eru lutfalsliga nógv ættleidd børn í mun til fólkatalið. Í dag eru 122 ættleidd børn í Føroyum undir 18 ár. Seinastu fimm árini eru umleið fýra børn komin til Føroyar hvørt ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB