Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hugmóð og fávitska!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  13.03.2018 - 20:46 Bloggur Tíðindi

Tá ein fyrrverandi prædikumaður tosar um hugmóð og fávitsku, so vænta tey flest helst at ein prædika er á veg. Men so er ikki hesaferð. Tí tað finst eisini verðsligt hugmóð og fávitska – og hesi hava eftir øllum at døma eisini funnist innan gáttina á okkara høga Tingi.

Besta dømið um hettar er ferðasambandið millum Suðuroynna og Tórshavn. Løgtingið valdi at selja gomlu skipini Smyril og Teistan, og at seta nýbygda Smyril einsamallan í sigling um Suðuroyarfjørð. Sum um nýggi Smyril fór at vera lýtaleysur, ófeilbærligur, og kundi røkja farleiðina regluliga og uttan trupulleikar. Skrokkurin á nýggja Smyrli bleiv eisini bygdur nakrar metrar longri, enn nøkur føroysk skipasmiðja kann rúma, fyri at skipið skuldi kunna sigla nakrar eyka sjómíl um tíman.

Nú hevur samfelagið ikki ráð til at lata Smyril sigla við fullari ferð, so teir eyka metranir kundu gott verið spardir. Smyril hevur heldur ikki víst seg at vera eitt skip, sum ein modernað Suðuroyggj við nógvum ídnaði kann líta á. Skipið liggur í tíð og ótíð, og hevur onki bráðfeingis avloysaraskip. Og tað sum er mest óhugnaligt av øllum  er at skipið sleppur ikki á beding í Føroyum. Neyðugt er á hvørjum ári at leita sær út í heim eftir avloysaraskipum, sum kosta í dýrum dómum.

Eitt er at fara út í heim at leita eftir avloysaraskipi til regluliga árliga eftirlitið.  Men, hvat hendir tann dagin tá Smyril brádliga fær ein botnskaða ella missir eina skrúvu, og skipið knappliga skal á beding? Talan nýtist ikki at vera um nakra álvarsliga vanlukku, men tó um eina hending, ið krevur at skipið skal uppá land. Skal Suðuroyggin so liggja uttan samband í viku- ella mánaðavís? Tað verður strævið hjá ferðafólki og vinnuni har suðuri at taka til takkar við Ternuni í einar tveir mánaðir. Tí avloysaraskip og skipasmiðjur liggja ikki og bíða eftir Smyrli. Smyril skal eisini sleipast niður á meginlandi at liggja í bíðirøð á onkrari skipasmiðju.

Onkur sigur kanska, at hettar er at mála illamann uppá veggin. Tað kann vera, men tey hildu heldur ikki at tað var neyðugt at hava bjargingarútgerð til tey sum ferðaðust á triðja klassa við Titanic, tí skipið kundi jú ikki søkka. Men gakk!

Betri fyrivarin enn eftirsnarin!  Soleiðis søgdu tey gomlu. Tað er eftir míni fátøku meting hugmóð, fávitska og dugnaloysi at halda at tað ber til hjá einum einsamøllum skipi, uttan nakran bráfongis avloysara, at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð, Skopunarfjørð ella Nólsoyarfjørð. Tað er logikkur fyri høsnarungar, at tað er neyðugt at hava tøk avloysaraskip, um sambandið skal vera áltítandi og regluligt! Men tað er tó eftir øllum at døma ikki logikkur fyri tinghøsn, at fyrivarni er betur enn eftirsnarni.

Tá nýggi Smyril var í umbúna og kom til landið, funnust her tvey skip, ið røktu siglingina um Suðuroyarfjørð. Væl vóru hesi skipini gomul, men annað av hesum skipunum kundi verið varðveitt, sum tiltaksskip og ligið í krókinum í Klaksvík, klárt at sigla eftir fáum tímun. Hetta hevði sjálvandi ikki verið ókeypis, men neyvan dýrari í longdini, enn tey risaskipini, ið annars hava verið leigað sum avloyarar. Tað hevði kanska enntá verið bíligari, fyri landsins rokning, at longt dokkina á Skála við teimum eyka metrunum, so Smyril slapp upp á land har (um tað er fysiskt gjørligt?), enn at senda skipið av landinum og leggja peningin har.

Kanska eri eg vorðin eitt gamalt pernittengryn, og komi sum ketta burtur høvdatrogi "i bagklogskabens uendelige klare lys", men fyri mær er tað talan um poliltiskt hugmóð og politiska fávitsku og dugnaloysi av ringasta slag, at halda at tað í 2018 ber til at røkja sigling um firðir i Føroyum uttan støðugt tøk avloysingarskip – antin tað er um Nolsoyarfjørð ella Skopunarfjørð, har fólk ferðast til arbeiðis hvønn dag, ella um Suðuroyarfjørð, har vinnan er noydd til at fáa og senda sítt góðs um Tórshavn (hóast tað enn er siglandi beinleiðis ur Suðuroy og til útheimin!).

Var talan um eitt óbúgvið rótiparlament? Suðuroyarleiðin er í hvussu so er ikki eitt dømi um tað framskygnið, ein væntar sær av teimum, ið skulu ganga á odda, men heldur eitt dømi um vánaligt politiskt handverk.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund