Lýsing
Lýsing
Hallgerð Akurstein

Man nakað tjaldur vera komið í løgtingið?

SKRIVAÐ: Hallgerð Akurstein  |  13.03.2018 - 21:11 Lesarabrøv Politikkur

Meðan rættarnevndin viðger eina loysn at fíggja tunlarnar norður um fjall, var tað ein fragd at hoyra røðuna hjá Katrin Kalsberg til Grækarismessuhaldið í Runavík.

Hon greiddi væl frá um nógv ymisk viðurskifti. Hon legði dent á, at tjaldrið kemur heim til eitt land, sum sær øðrvísi út, enn tað tað fór frá (orsaka av stóru íløgunum í miðstaðarøkinum).

Hon undraðist á, at havnaútbygging er neyðug báðummegin nýggja Eysturoyartunnilin, tað er ikki umhvørvisvinarligt.

Men tað best hon segði var lýsingin av tjaldrinum, sum ikki bert verjir sítt egna reiður, men eisini tað hjá smáfuglunum. Tjaldrið verjir allan hagan.

Eg siti eftir við tankanum: man nakað tjaldur vera lent í tinginum? Munnu tað vera nakrir politikarar, sum ætla at byggja allar Føroyar og ikki bert miðstaðin?

Man nakar teirra hugsa um, at út móti 1000 fólkum hava tvær deyðsfellur, sum tey dúgliga ferðast gjøgnum hvønn dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…