Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Útgávukonsert í Spaniastovu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2018 - 21:49 Mentan Tíðindaskriv

Eyðun Nólsøe hevur útgávukonsert í Spaniastovu fríggjakvøldið kl 21.

Í samband við at Eyðun læt úr hondum sína triðju solo fløgu síðsta summar, Dagur legst at degi, fer hann á tónleikaferð kring landið við bólki at framføra bæði nýggjar og eldri sangir. Nýggja útgávan, Dagur legst at degi, hevur fingið sera góða umrøðu.

Eyðun hevur útgivið tilfar síðani 1984, tá hann sum blaðungur slapp uppí part á fyrstu Frændur útgávuni. Síðani eru nógvir sangir komnir frá Eyðuni, bæði saman við Frændum, saman við Terja, sum solistur og í øðrum høpi eisini.
Við sær á tónleikaferðini hevur Eyðun sera góðar tónleikarar. Á guitar er framleiðarin Hans Poulsen, á trummum Jósva Debes, á bass Jóhannus á Rógvi og á keyboard Pætur við Keldu.

Atgongumerki til konsertina 16.mars kl 2100 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og í Leikalund

Lýsing
Seinastu tíðindini
KVF sum miðlapállur fyri lands­týrismanni…
Magni Arge: Danir atkvøða ímóti banni at…
Meirilutin vil áleggja ognarskatt
Kumpassnálin
Býráðið í Skúvadali
Bill spyr løgmann um Tunlar Norður um Fj…
Faroe Islands Translate vunnið heiðurslø…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Suður­oy­ingur ætlar at endurtaka jóansøku…
Brokkkórið í Christians­kirkjuni
Country & Blues Festivalu­rin hevur ásett…
Samgongan hevur sanniliga arbeitt fyri f…
Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroya…
Í hernað móti skøruni
Býráðsfundur í dag
Kjartan Hansen frá Mekanor ment nýggja v…
Fiskaklettur góðan fiskiskap
Ocean Endeavour á Vág sunnudagin
Brynjálvur Jensen og Ólavur Johannessen…
Borgar­stjó­rin í Vági um jóansøkuna