Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja fiskivinnulóggávan eitt slaraffenland fyri útlendskan kapital

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.03.2018 - 10:33 Politikkur Tíðindi

Landsstýrið hevur fasthildið at nýggja fiskivinnulóggávan er til fyrimuns fyri føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið, men nú fyrstu tølini liggja á borðinum sæst at støðan er beint tann øvugta og peningurin fossar úr føroyska samfelagnum. Meðan skipaflotin við føroyskum uppisjóvar fiskið liggur í bíðirøð at landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði endar stórur partur av vinninginum á landi á útlendskum hondum.

Í lóg um sjófeingið syrgdi løgtingið undir leiðslu av Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevnd løgtingsins, og landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum Høgna Hoydal fyri, at bannað var føroyskum skipum at landa uttanlanda.

Samlaða kvotan, sum føroysk uppisjóvarskip kunnu fiskað av svartkjafti í ár, er 393.581 og sambært lóg um Umsiting av Sjófeingið, eru føroysk skip noydd at landa alla veiðuna í Føroyum.

Og í Føroyum er bert eitt virkið sum kann taka ímóti svartkjaftinum nevniliga Havsbrún í Fuglafirði.

Tað er alifyritøkan Bakkafrost, sum eigur Havsbrún og seinastu árini hava útlendingar átt 74% av alirisanum.

Sostatt heru tað útlendsk kapitaláhugamál sum einsamøll kunnu áseta prísin á svartkjafti í Føroyum, nú nýggja fiskivinnulóggávan er farin at virka.

Hetta merkist eisini á prísinum, sum í løtuni er sera lágur í Føroyum. 

Donsk skip sum fiskað eftir svartkjafti á leiðini vestan fyri Írland saman við føroyskum skipum, avreiða í Danmark í løtuni fyri góðar 2 krónur. Er góðskan av svartkjaftinum í topp fáa skipini enntá hægri prís fyri tann partin.

Havsbrún í Fuglafirði letur 1,70  fyri svartkjaft til føroysku skipini. Harafturat er ásett við lóg at føroysku reiðarríðini skullu rinda 20 oyru pr. kg. í tilfeingisgjald.

Við verðandi gongd í prísunum merkir hetta, at tá tey 393.581 tonsini av svartkjafti, sum føroysk skip hava rætt at fiskað, er fingið til høldar, hava føroysk reiðaríð og manningar fingið 118 mió. kr. minni úrtøku nú teir eru noyddir at landa alt í Føroyum. Og eftir at landsstýrið hevur kravt inn tilfeingisgjald fyri svartkjaftin hava føroysku manningarnar og reiðarríðini mist 198 milliónir krónir í virði, orsaka av nýggju fiskivinnulóggávuni.

 

Men vanlukkan endar ikki her.

Tí hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og forkvinnan í løgtigsins vinnunevnd ferð eftir ferð hava sagt at endamálið við nýggju lóggávuni er at so nógv av tilfeinginum sum gjørligt hevur føroyska samfelagnum til góðar, so er veruleikin tann beint øvugti.

Tí við at krevja fiskin til lands í Føroyum, sum fer til mjøl og lýsi framleiðslu, er prísurin lægri enna hann annars hevði verið, við tað at her er ein monopolstøða galdandi. Og stórur partur av hesum lógarskapta vinningi, endar á útlendskum hondum.

 

Útlendingar við ætlanum um nýggj virkir í Føroyum

Nýggja fiskivinnulóggávan leggur upp til at alt alt tilfeingið kring Føroyar skal førast til lands í Føroyum og tá lóggávan samstundis loyvir 100 prosent útlendskum eigaraskapið í virkjum á landi, er Føroyska fiskivinnan væl á veg at gerast eitt slaraffenland fyri útlendskan kapital. Sum skilst hava útelndskar kapital intressur, stórar ætlanir at lata upp virkir í Føroyum.

Er tað ikki at blása og hava mjøl í munninum, at krevja útlending úr føroysku fiskivinnuni, samstundis sum man krevur fiskin seldan til ein monpolprís til eina fyritøku, har útlendingar eiga meir enn 70% og harvið meirilutan í?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum