Lýsing
Lýsing

So leyp aftur undan Kjalarbrúnni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.03.2018 - 12:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Karl Heri Joensen, bóndi úti í Grøv, kunnaði okkum í morgun um, at eitt lítið skalvalop hevði verið av Kjalarbrúnni, helst í nátt.

Eg legði ikki merki til hetta í fjár, men fyrst eg kom útum í morgun, varnaðist eg at skriða var lopin av Kjølinum.

Lopið er komið sunnarlaga av Kjalarbrúnni og beint oman á Seyðastein, har nakað er farið sunnanfyri steinin, ímeðan meginparturin er farin norðanfyri men er steðgað áðrenn tað kom oman á hamarin.

Vit vóru við myndatólinum í morgun og tóku myndir av lopinum.

Lopið minnir okkum á, hvussu vandamikið økið har er.

Tá skriða leyp av Kjølinum og oman á hús í 2002, skrædnaði svørðurin eisini í fleiri støðum longur suðuri á Kjølinum, eitt nú undir Blábjørgum. Klaksvíkar Kommuna hevur eisini avsett økið har omanfyri Oyravegin sum vandaøki og sigast má, at vit í dag aftur eru blivin mint um “Skalvalopini í Gerðum”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Andrias syngur í Moskva
Bóndin: Eitt miðal ár í Barmi
"Ein søtur sigur"
Óli og Jonn á U19 lands­liðnum
Við Norð­lýsi­num á Eplafestival leygardag…
Við og uttan sosialdemokratist kammerrat…
Ben Arabo sagdur úr starvi
Klaksvíkar Kappróðrar­felag skal inn her
Væl brúkiligt fiskarí
Turrari seinnapartin
Hvør føddi barni - mamman ella pápin?
Ættleiðing á breddan
Stór norð­urlendsk skúla­stjóra­ráð­stevna í…
Stoffskiftis­felagið heldur kunningarfund
Misjavnur fiski­skapur
Oljuleki í Føgruvík
Lugarið letur upp
Andstøðu­uppskot og eykajáttan
Móti Bosnia-Herzegovina
Vísindavøka á ferð í Klaksvík mikukvøldi…
Lýsing