Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður í samrøðu við Norðlysið 12. desember í fjør, beint eftir at fiskvinnunýskipanin varð samtykt

Aksel mist tamarhaldið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2018 - 12:16 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Í Løgtinginum tykist stórt, um enn ikki fullkomið longu, óskil at ráða. Tingfólk leggja uppskot fram uttan um Landsstýrissamgonguna, eisini dýr uppskot. Tingkvinnurnar hjá Framsókn siga at avtalan, sum er nógv dýrari enn fyrst mett, millum løgmann og Sonju Jógvansdóttir SKAL fíggjast. Og fíggjarmálaráðharrin hevur nokk at gera við at halda aftur við fakfeløgini.

Í farnu viku løgdu Sonja Jógvansdóttir, Kristin Michelsen og andstøðan fram uppskot saman, og hóast talan var um lutfalsliga bílig uppskot, so vísti tað, at ein meiriluti nú varð funnin uttanfyri samgonguna, sum kann áleggja Landsstýrinum bæði at finna fígging og játta pening. Her var talan m.a. um játtan til viðgerðarheimið fyri ungar rúsevnismisnýtarar á Eiði. Ein játtan, ið ikki var so stór, men sum kortini vísti, at samgongan ikki stendur saman.

Í gjár kom so fram, at har eisini er funnin semja um eitt munandi størri projekt, í tí førinum um eina tunnilsverkætlan til Fámjins. Her er tað Heðin Mortensen, ið er komin við uppskotinum, aftur saman við Kristini Michelsen og andstøðuni. So mong tingfólk eru fyri, at líkt er til, at uppskotini verða samtykt. So fær Landsstýrið álagt at finna fígging, og tá kann tað geva trupulleikar.

Fíggjarmálaráðharrin er beint nú í samráðingum við yvir 20 fakfeløg, og lønarvøksturin hevur verið sera stórur hjá flestu teirra, ið longu hava samráðast. Møguliga verður ikki tað stóra eftir av yvirskotinum uppá 408 milliónir, og so má lænast. Hevur Landsstýrið samstundis onki tamarhald á tingmanningini, so kann tingmanningin áleggja Landsstýrinum at finna mangt slíkt av pengum.

Støðan er ikki haldbær fyri løgmann. Frammanundan hevur hann eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir, ið møguliga kann kosta 40 milliónir, men har sigur ein onnur tingkvinna, Ruth Vang í Framsókn, at tær báðar tingkvinnurnar í Framsókn vlija hava at uppskotið skal fíggjast áðrenn tær taka undir við tí. So noyðist Sonja Jógvansdóttir út at leita sær stuðul í andstøðuni eisini, og nú Kristin Michelsen er fríur av bindingunum við Javnaðarflokkin, kann hann møguliga atkvøða fyri, og so má Landsstýrið eisini finna teir pengarnar, óansæð hvat Framsókn sigur.

Ført hevur verið fram, at í Løgtinginum nú ræður ein Wild West-mentalitetur. Andstøðan hevur lagt fram uppskot um at knýta tunlar Norður um Fjall upp í P/F Norðoyatunnilin, og har hava tingfólk í samgonguni eisini víst ein ávísan vælvilja. Og Landsstýrið noyðist at gera, sum tað fær álagt av Løgtinginum, annars má tað leggja frá sær.

Í einum øðrum stórmáli síggja vit, at uppskotið um veiðigjald – ein tann mest týðandi parturin av fiskivinnunýskipanini – liggur í nevnd og kemur ikki útaftur. Uppskotið varð lagt fyri Løgtingið í november, og seinasta freistin at fáa tað úr nevnd var 18. januar. Løgtingsformaðurin gekk tó við til at leingja freistina til 16. februar, men nú vit skriva miðjan mars og meira enn 4 mánaðir eru gingnir, síðani uppskotið bleiv lagt fyri tingið, er framvegis onki uppskot komið út aftur úr nevndini.

Søgur eru tí farnar at ganga um, at forkvinnan ikki torir lata tað koma úr nevndini, tí hon hevur varhugan av, at tað fer at falla. At Kristin Michelsen og Javnaðarflokkurin draga hvør sína línu, kundi bent á, at so var, og nú Framsókn ikki vil halda lyftið hjá løgmanni móti Sonju Jógvansdóttir, uttan so at uppskotið verður fíggjað, er hon heldur ikki bundin av síni avtalu við samgonguna.

Spurningurin er, hvat løgmaður nú ger. At síggja til hevur hann mist tamarhaldið á síni samgongu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…