Lýsing
Lýsing

Vit eita MEGD

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.03.2018 - 06:53 Tíðindaskriv Tíðindi

Stóra føroyska meginfelagið við teimum 24 limafeløgum innan brekøkið hevur síðani 1981 itið MBF, og á fundi 27. februar tók eykaaðalfundurin undir við at broyta navnið á meginfelagnum til MEGD. Eisini var við hesi broyting undirtøka fyri nýggjum búmerki.

Tilgongdin at finna nýtt navn og búmerki hevur vart í drúgt ár. Navnakapping varð alment skrivað út í oktober 2017 og 10. november 2017, tá ið freistin at senda uppskot inn var úti, vóru 157 uppskot komin inn. Starvsnevndin, sum fekk uppgávuna at umsita navna- og búmerkjabroytingina, tók eftir gjølla umhugsan undir við at leggja navnið MEGD fyri eykaaðalfundin saman við nýggja búmerkinum.

MEGD er nýtt føroyskt orð og er eisini eitt orð, sum hevur eina positiva merking. Orðið verður í hesum føri brúkt sum sernavn.

Tað vóru tvey, sum sendu sama uppskot inn. Tey vóru Hilmar Eliasen og Dorrit Olsen. M.a. grundgóvu tey við, at MEGD merkir megi og styrki og setir fokus á møguleikarnar hjá einstaklinginum og felagnum heldur enn forðingarnar. Orðið er stutt og lætt. Orðið hevur ikki serføroyskar bókstavir, sum ger tað lættari við telduposti, heimasíðu og altjóða samstarvi.

Búmerkið hevur Else Sjúrðaberg, grafikari, gjørt eftir áheitan frá starvsnevndini. Um búrmerkið sigur Else:

MEGD skrivað eitt sindur øðrvísi - á ein viðarbul.

Tankin við at skriva MEGD á henda hátt er, at lívið ikki er beint fram. Vit møta avbjóðingum í lívinum, sum gera, at vit fara umvegir, niður á næstu reglu - tað ger onki - viðhvørt høvdu vit ikki vilja verið tað fyri uttan.

Viðarbulurin. Sprotin sigur: „viðarbulur: meginlutur av træ ið greinar vaksa út frá“.

Hetta er eitt góð mynd av MEGD, sum er sterkt og sjálv stamman í trænum. Viðarbulurin leggur lunnar undir, at greinar og bløð nørast.

Grøni liturin er tekin upp á ró, nøring, vøkstur, orka, tryggleika og so framvegis.

Skapið á viðarbulinum er ikki ein fullkomin rundingur. Fólk fara óivað ikki at vita, at hetta er ein viðarbulur, men undrast yvir, hví skapið er so. Síðani verður spurt og høvi gevst at greiða frá og fáa samtalur ígongd.

Ringurin á viðarbulinum kann eisini ímynda vernd og felagsskap.

Á eykaaðalfundi 27. februar varð nýggja navnið og búmerkið lagt fram fyri limafeløgini, og tóku tey undir við uppskotinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…