Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dresscodes, hví ikki?

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  15.03.2018 - 06:57 Bloggur Tíðindi

Rólant Waag Dam rendi seg í ein reguleran shitstorm, tá hann búgvin út til at festa aftur í Kalda Kríggið dekkaði russiska forsetavalið í camouflagubúna. Harvið undirmineraði hann alt, sum camouflaguklæði skulu gera, nevniliga at gera ein ósjónligan og fella út í eitt við tapetið ella jungluna.

Hetta var møguliga ætlað fyri at fáa javnstøðu í miðlaumrøðuna, tí í seinastu viku var tað Sonja Jógvansdóttir, ið vakti furoru á tingsins røðarapalli, tá hon trein á pall í ljósareyðari blusu við FEMINISM áskrivaðari við stórum bókstavum. Ið hvussu er fingu bæði fólk upp úr stólunum, og tað mugu vera fá sum minnast, hvørji mál yvirhøvur vóru til viðgerðar. Klæðini vóru alt.

Síðani hevur onkur róð framundir, at Løgtingið átti at havt eina dresscode, har reglur vórðu settar upp fyri, hvørjum klæðum tað var loyvt at vera í á Løgtingi, og tað sama er síðani sagt at Kringvarp Føroya skal. Um tað er av tilvild, at tað kemur í kjalarvørrinum av burkabanninum hjá Sjálvstýri, veit ongin.

Men um man hugsar edrúiligt um tað, er so ringt við klædnaleiðreglum? Í Bretlandi ganga allir næmingar í skúlauniformum, og hetta er gjørt fyri at fyribyrgja happing. Í fleiri øðrum londum letur kirkjan uniformar til konfirmantar, soleiðis at øll síggja eins út, og foreldur sleppa undan at keypa dýrar kjólar til døturnar, sum bert verða brúktir einaferð. Og skótar hava altíð gingið í búna.

Føroyingar hava altíð verið óformellir. Ongin brúkar orðið “tygum”, og grindadrápið situr djúpt í føroyingum. Ætlanin var at skriva í Stjórnarskipan Føroya at “Nú reka menn hval á land upp; tá skal tað mesta vera drápspartur ella heimapartur.“ Hetta er lukkutíð slept, men tá tú fert út á eitt føroyskt arbeiðspláss í dag, so bítur ein beinanvegin merki í, at nærum øll starvsfólkini eru ílatin til at fara í grindadráp, í fall av at grindaboð skuldu verðið rópt. Kvinnurnar tó ikki eins nógv og menninir, og hetta er eisini í tráð við gamlan sið.

Men hevði tað gjørt nakað, um slips vórðu brúkt til annað enn jarðarferðir? Vit hava nógvar góðar klædnahandlar í Føroyum, men tann sum selur mest, er uttan iva tann hjá Reyða Krossi. Tað er sjálvandi gott fyri menningarhjálpina til tey fátæku londini, men alt við máta. Vit eru heimsins javnasta land, ja, men tað nýtist ikki at merkja, at vit øll skulu vera jøvn við lægsta felagsnevnaran. Sum nevnt eru uniformar nevniliga við til at javnseta fólk.

Men sjálvandi, sniðgevararnir eiga sín part av skuldini, tí teir hava dyrkað hetta við “If you can’t beat them, join them”. Sjálvandi fyri vinningi fyri eyga. Við at taka eina hettutroyggju og broyta uppá sniðið, kanst tú taka 1.200 krónur fyri hana heldur enn 200. Tær síðstu 1.000 eru fyri merkið. Á hendan hátt levera mótahúsini lágprísklæðir fyri háprís, og tey mótarøttu síggja í býarmyndini líka út sum tey sum fáa síni klæðir frá Folkekirkens Nødhjælp.

Har tað áður var ringt at síggja, hvør var kundi og hvør var starvsfólk, eru handlar í dag farnir meira og meira yvir til at hava starvsfólkabúnar. Matstovurnar eru helst fremstar á hesum øki, tó at nøkur undantøk eru. Tað hevði lætt nógv um í samskiftinum við stovnar og fyritøkur, at neyðugt ikki var at innleiða við “Orsaka, arbeiðir tú her?”, men at klæðini gjørdu tann spurningin óneyðugan.

Klæði skapa fólk, segði ein frá einum klædnahandli einaferð. Ið hvussu er siga klæði nógv um persónin, ið gongur í teimum. Og í Føroyum tykjast tey ofta at siga “Eg lati meg í í myrkri”. 

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund