Lýsing
Lýsing
Lýsing

NSÍ-KÍ: Smálutir kunnu avgera dystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.03.2018 - 17:32 Ítrottur Tíðindi

Tað heldur Jógvan Martin Olsen, sum sær NSÍ sum favoritt á heimavølli, men sum heldur, at dysturin kann fara báðar vegir.

Jógvan Martin Olsen er m.a. U19 landsliðsvenjari og fylgir væl við gongdini í Betri Deildini. Í fyrsta umfarinum sá hann dystin millum HB og KÍ.

- KÍ arnir vóru øgiliga tryggir og ''solidir'' og høvdu gott tak á dystinum. Teir góvu einki burtur nærum allan dystin. Hjá KÍ var tað eitt liðavrik, har nógvir leikarar gjørdu tað væl. Páll A. Klettskarð kom væl frá tí sum fremsti álopsleikarin og á bakkunum spældu tveir ungir leikarar, ið komu væl frá tí. Tá tveir so ungir leikarar spæla so væl, so er tað ofta tekin um, at teir føla seg væl, og at liðið er væl skipað. Semir Hadzibulic og Deni Pavlovic eru klassaleikarar, Jákup B. Andreasen stóð sterkur í myndini á miðvøllinum og Jóannes Bjartalíð var allatíðina leikarin, sum kundi gera tað óvæntaða, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.

 

Toppdystur kann merkja dystin

Hóast vit bara eru í 2. umfari, so er talan um toppdyst við Løkin leygardagin, hóast hesin ikki avger nakað føroyameistaraheitið. Talan er um bæði tey fremstu liðini eftir fyrsta umfar og um tey bæði liðini, sum mong hava mett sum tey bæði sterkastu undan kappingini.

- Hatta er tætt uppá at vera tvey tey best mannaðu liðini í føroyskum fótbólti í dag uttan at taka nakað frá Víkingi, sum hevur verið nummar eitt í tvey ár. Eg vænti, at tað verður ein toppdystur, sum kanska verður merktur av júst tí, at tað er ein toppdystur. Eg vænti ein harðan dyst við nógvum nærdystum. Tað vera øgiliga skarpar støður, ið koma at koppa tí annan vegin, um ein vinnari verður. Smálutir við konsentratiónini hjá tí einstaka leikaranum kunnu spæla inn. Bæði liðini hava nøkur eyðsæð vápn at spæla uppá. KÍ arnir skulu ansa væl eftir innleggunum frá Árna Frederiksberg inn til Klæmint A. Olsen, heldur Jógvan Martin.

 

 

Spennandi taktiskur dystur

- Taktiskt verður tað spennandi at síggja, hvussu liðini velja at spæla dystin. Eg havi sæð nakrar dystir millum hesi liðini seinastu árini. Har haldi eg, at Mikkjal K. Thomassen hevur varierað taktiska uppleggið øgiliga væl. Onkran dyst hevur hann broytt spæliskipan og tikið NSÍ á bóli. Tá Anders Gerber var venjari hjá NSÍ, so haldi eg, at Mikkjal ofta var eitt trekk frammanfyri Gerber. Men eg vænti, at Mikkjal eisini hevur lisið uppá, hvussu liðini hjá Sámal Eriki Hentze plaga at spæla. So eg vænti, at KÍ fer at umganga at spæla nógvar stuttar avleveringar upp eftir vøllinum, tí sum eg kenni liðini hjá Sámal Eriki, so standa liðini í bíðistøðu og revsa so mótstøðuliðini uppá teirra mistøk. Tað sum eg havi sæð av NSÍ í ár hevur verið nærum sami spælistílur sum í Víkingi. Fyrsta málið kann fáa avgerandi týdning, men tað kann eisini loysna upp fyri, at vit fáa ein opnan dyst. NSÍ er favorittur á heimavølli, men hetta er ein dystur sum kann fara báðar vegir, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið. Hann heldur, at yngsti leikarin í Betri Deildini kann fáa eina sera krevjandi uppgávu, um hann spælir frá byrjan.

- Óli Ey. Poulsen er 16 ára gamal og hevur gjørt tað framúr væl. Har haldi eg, at tað er øgiliga væl sæð av KÍ venjaranum, at hava sæð eyðsýndu evnini hjá teimum ungu leikarunum í KÍ so tíðliga. Men spælir hann frá byrjan, so skal hann til eina ordiliga próvtøku við at spæla yvirav Árna Frederiksberg. KÍ venjarin kann eisini velja onnur alternativ ella gera rokeringar á liðnum, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.

 

NSÍ og KÍ spæla við Løkin í Runavík leygardagin kl. 16.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur