Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ætlanir um at byggja Campella um til “Semi-Sub bát”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.03.2018 - 14:16 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Fýra feløg í Klaksvík eru sum kunnugt gingin saman um, at leggja út gomul skip á havsins botn á Borðoyarvíki.

Hetta tiltakið er ætlað ferðavinnuni, meira ítøkiligt, ein ætlan at gera umhvørvið har meira spennandi hjá frítíðarkavarum.

 Undirsjóvar akkvarium

Í hesi ætlanini liggur eisini í kortunum at gerða eitt projekt um “undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík. Arbeitt hevur verið við hesum í fleiri ár, og nú er so langt komið ávegis, at ætlaninar um at gera eitt projekt, hevur fingið eina játtan upp á 200.000 krónur frá mentamálaráðnum. Tað eru tær báðar kvinnurnar hjá okkum norðoyingum í politikki, Óluva Klettskarð og Elsubeth Mercedis Gunnleygsdóttur, ið hava arbeitt miðvíst fyri játtanini í politiskum høpi.

At leggja skip á havsins botn og at tosað um undirsjóvar akvarium hongur saman á tann hátt, at toymið hevur hugsað langt. So langt, at hugsaninar ganga út úppá, at tað í framtíðini skal kunna bera til, at ganga fram við taraskógnum út til skipini á havsins botni. Royndir siga, at fiskur og ymiskar verur, sum liva í havinum, amast upp at slíkum “grynnum”. Verður hetta veruleiki, so er lítið at ivast í, at nógv forvitnisligt verður at síggja á einum gongutúri eftir havsins botni í framtíðini.

Hugsanin um undirsjóvar akvarium er sprottin av almennu meiningini um, at tað er skeivt at taka havsins djór upp úr havinum og halda tey gangandi í kørum. Hendan áskoðan vinnur alsamt meira fram, tí heldur hetta toymið av fýra lokalum feløgum Spf. á Hædd, Spf. Mekanor, JT-Kaving Spf og Faroe Dive, at tað er rætt at royna at arbeiða við einum hugskotið, har vit menniskju í staðin fara út har fiskurin og havdýrini búleikast, at hyggja.

Campella til Semi-sub

Semi-sub verður brúkt um skip, ið hava arbeiðsøki omanfyri vatnskorpuna og undir vatnskorpuni.

Hesir bátar verða brúktir nógva staðni úti í heimi. Teir eru gjørdir á ymiskan hátt og til ymisk endamál. Men ætlanin við Campella er, at gera botnin um, soleiðis at botnurin verður gjørdur djúpari og at glas verður sett í, soleiðis at eini 12 ferðafólk kunnu sita niðri undir, umleið hálvan annan metur undir vatnskorpuni og hyggja eftir taraskógnum, fiski, grind og øðrum, ímeðan skipið spakuliga siglir fram.

Tað er Mekanor, sum ídag eigur Campella og stjórin, Kjartan Hansen er skipakønur. Campella er bygt sum ferðamannaskip og hevur tí øll loyvir til at sigla við ferðafólki. Síðani hevur Mekanor gjørt íløgu í tekningar og stabilitetsútrokningar fyri umbyggingina til semi-sub.

Fyri at Campella skal kunna koma so nær fiski og øðrum sjódjórum, fer umbyggingin eisini at hava við sær at maskinorkan verður broytt, soleiðis at skrúvan skal drívast við elmegi, tí dieselmotorarnir helst skulu vera sløktir á útferðum, soleiðis at Campella kann glíða so ljóðleys fram, sum møguligt.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund