Lýsing
Lýsing

Sjálvmál umaftur

SKRIVAÐ: Bárður S. Nielsen Formaður í Sambandsflokkinum  |  15.03.2018 - 14:35 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Umboðið hjá Tjóðveldinum á Fólkatingi hevur skotið seg sjálvan álvarsliga í fótin

Tjóðveldisumboðið á Fólkatingið hevur aftur gjørt eitt av teimum heilt stóru sjálvmálunum.

Eitt var, tá ið hann kom malandi við Carles Puigdemont inn á Christiansborg. Hetta var ein óhóskandi máti við eittans endamálið: at órógvað samstarvið í Ríkinum.

Nú hevur hann eisini forspurt seg yvir fyri forsætisráðharranum.

 

Einki at gera

Tjóðveldisumboðið spyr uppaftur um sjálvsavgerðarrætt føroyinga, sum fyri langari tíð síðani er latin Sameindu Tjóðum og sendur limalondunum, har tað eisini verður víst til samtyktina frá 2001, tá sjálvsavgerðarrætturin varð staðfestur av Fólkatinginum.

Tjóðveldisumboðið arbeiðir tíverri einans við at niðurgera Ríkisfelagsskapin og roynir at uppfinna trupuleikar, ið ikki eru til. Einki er uppbyggjandi. Einki er positivt. Einans knarr, ballada og ein rangvørgur hugburður, ið er Tjóðveldinum so líkt.

Hvat skal hetta til? Hví skal eitt tjóðveldisumboð veljast aftur á Fólkating? Tann, sum ikki kann vera við til at byggja brúgv millum londini í Ríkisfelagsskapinum, hevur lítið at gera á Christiansborg. Fyri ikki at siga einki at gera.

 

Mín áheitan á føroyingar er púra klár!

Veljið eitt sambandsumboð, ið arbeiðir hart fyri at tryggja tína og mína framtíð, tá val aftur verður til Fólkatingið.

Sambandsflokkurin er flokkurin, sum seinnu árini hevur fingið nógv mest burturúr í Fólkatinginum. Tí er nátúrligt at kjósa eitt sambandsumboð á Fólkating, tá ið fólkatingsval verður.

Vit skapa úrslit, til frama fyri Føroyar og føroyingar. Okkara umboð hava víst í verkið, at vit skapa nógv og góð úrslit. Vit vilja varðveita og útvikla ríkisfelagsskapin, og vit síggja, hvussu verandi fólkatingsumboð gera tað øvugta.

Tí er avgerandi, at eitt umboð fyri Sambandsflokkin verður valt á Christiansborg, so vit fáa viðurskiftini aftur í rættlag.

 

 

Bárður S. Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin