Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu

Kommunulæknaviðtalur og heilsudepil á Hálsi

SKRIVAÐ: Annika Olsen, borgarstjóri  |  15.03.2018 - 14:42 Politikkur Tíðindi

Síðandi í fjør heyst hava vit í meirilutanum í Tórshavnar býráð arbeitt miðvíst við loysum og møguleikum at fáa til vega hóskandi og virðiligar umstøður til okkara kommunulæknar. Hetta arbeiðið er nú komið væl ávegis.  

Ætlanin at skipa bygningin á Smyrilsvegi 20 á Hálsi til kommunulæknaviðtalur er nú komin so langt, at støða skal takast til leigusáttmála og innrætting.

Arkitektar saman við brúkarum og øðrum fakfólki eru í løtuni í gongd við at tekna viðtalur samsvarandi krøvum til nútíðar høli og tænastur av hesum slag.

Aftrat kommunulæknunum fara eisini kliniskir dietistar (kostráðgevarar), sum Heilsutrygd hevur í starvi eitt nú viðvíkjandi diabetes, at hava egnar viðtalur í bygninginum. Fyribyrgjandi heilsukanningarnar av børnum, sum Gigni undir Heilsutrygd stendur fyri, fara framyvir eisini at halda til í bygninginum.

Allar bygningurin verður sostatt brúktur til heilsuendamál.

Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgd av læknunum,  hevur boðað kommununi frá, at tvey nýggj kommunulæknastørv verða skipað í Tórshavnar kommunu. Hetta er kærkomið, tí stórur tørvur er á fleiri læknum, nú íbúgvatalið í kommununi er vaksið í stórum síðstu árini.

Harumframt ásannar kommunan, at nakrar av læknaviðtalunum í kommununi eru ikki longur tíðarhóskandi. Ætlanin er tí at niðurleggja viðtalurnar í Frúutrøð og Berjabrekku, tá nýggju og størru viðtalurnar á Hálsi eru klárar at taka í nýtslu.

Ætlandi fer Tórshavnar kommuna at samtykkja leigusáttmála og byggiætlan á nevndar- og býráðsfundum í apríl, og so verður byggiarbeiðið boðið út.

Í løtuni starvast fleiri læknaavloysarar enn vanligt í kommununi. Hetta skyldast lutvíst hølisviðurskiftunum.

Við ætlanini á Hálsi verður roknað við, at kommunan aftur kann fáa støðug kommunulæknaviðurskifti. Harumframt fara klinisku dietistarnir og heilsufrøðingarnir í Gigni at fáa nýggjar og betri umstøður til teirra virksemið, ið alt eisini skuldi komið borgarunum til gagns.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar