Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill spyr Høgna um afturlatna uppboðssølu

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, løgtingsmaður  |  15.03.2018 - 16:38 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Landsstýrismaðurin hevur hin 6. mars 2018 sent til ummælis kunngerð um at bjóða út rættindi til at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í 2018. Ummælisfreistin er farin í dag 15. mars. 2018.

Orsøkin til, at undirritaði atkvøddi fyri uppskotið landsstýrismanins um Fyrisiting av Sjófeingi, var tann sannroynd, at nýggja lógin gevur øðrum enn verandi luttakarum møguleika at bjóða seg fram í føroysku fiskivinnuni. Menningarkvoturnar geva vón um, at fleiri luttakarar fara at síggjast í uppisjóarvinnuni. Men uppboðssølan er høvuðsamboðið, sum fleiri vísa á fer at lata nýggjum luttakarum møguleikan at koma framat.

Nú landsstýrismaðurin á fyrsta sinni skal skipa uppboðssølu eftir nýggju lógini, harmar tað almikið at staðfesta, at ætlanin er at selja øll rættindini á afturlatnari uppboðssølu. Ongar grundgevingar fylgja við kunngerðini, send til ummælis. Vanlig fatan er, at uppboðssøla verður hildin opin og almenn. Tað hevur eisini verið boðskapur landsstýrismansins í allari tilgongdini at nýskipa fiskivinnulóggávuna, at alt skal fara fram opið og alment; talan er um ogn Føroya fólks, sum nú lutvíst skal lutast út umvegis uppboðssølu. Fatanin viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu er, at talan er um lutvíst myrkaspæl. Bjóðandi partarnir vita ikki, hvørjum teir eru uppi ímóti og hava tí ikki møguleika til eina rættvísa kapping á jøvnum føti.

 

 Tí verður spurt:

 

1.     Hví ætlar landsstýrismaðurin at selja øll rættindi á afturlatnari uppboðssølu sambært §§ 17-22?

2.     Hvørjir heldur landsstýrismaðurin eru munirnir millum opna og afturlatna uppboðssølu?

3.     Hvørjar eru landsstýrismansins niðurstøður frá royndaruppboðssølunum í 2016 og 2017.

4.     Byggir landsstýrismaðurin avgerðina at selja øll rættindi á afturlatnari uppboðssølu á niðurstøðurnar frá royndaruppboðssølunum í 2016 og 2017?

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy