Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sálarheilsa: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.03.2018 - 16:43 Tíðindaskriv

Jógvan Skorheim, borgarstjóri setti í dag ráðstevnu um sálarheilsu í Miðhøllini á Skúlatrøð.

Borgarstjórin nýtti millum annað høvið til at greiða frá verkætlanini "ABC fyri sálarheilsu", sum Klaksvíkar kommuna tekur lut í saman við Fólkaheilsuráðnum og 15 øðrum samstarvspørtum. 

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá borgarstjóranum:

"Góðan dag, øll somul og vælkomin til Klaksvíkar.

Ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Hesi trý tingini eru kjarnin í samstarvsátakinum “ABC fyri sálarheilsu”, sum Klaksvíkar kommuna er partur av saman við Fólkaheilsuráðnum og 15 øðrum samstarvspørtum.

Høvuðsendamálið við ABC-samstarvinum er at seta sálarheilsu á breddan.

Vit skulu minnast til, at sálarheilsa hevur minst líka stóran týdning sum likamlig heilsa, og tí eri eg ómetaliga glaður um hendan møguleikan fyri at vera við til varpa ljós á eitt so týðandi evni.

***

Sum kommuna eiga vit eina sjálvsagda ábyrgd, tá tað ræður um at varpa ljós á sálarliga heilsu, og at stuðla hesi ráðstevnuni er ein av fleiri mátum at gera hetta uppá.

Fyrr í hesum mánaðinum hátíðarhildu vit upplatingina av nýggja umsorganarheiminum Gloria, sum vit eisini fíggja fíggjarliga.

Og onnur jørn eru eisini í eldinum, sum í nærmastu framtíð fara at betra um tænastustøðið innan sálarheilsu.

***

Á ráðstevnuni hesar komandi dagarnar verður ljós varpað á sálarheilsu uppá fleiri fjølbroyttar og forvitnisligar mátar.

Tit, sum mynda skránna fyri ráðstevnuna, vísa við tykkara íkasti dirvi til at kava útí dýpdina.

Tit nerta við nøkur av teimum tingunum, sum nógv annars ikki tora at nerta við.

Við hesum ganga tit á odda og vísa vegin fyri okkum onnur, og eg ivist ikki í, at tit fara at gera luttakararnar klókari og sterkari hesar komandi dagarnar.

Túsund takk fyri tað.

***

Men átøk til frama fyri sálarheilsu kunnu eisini gerast í teimum smáu gerandistingunum.

A’ið í ABC stendur á enskum fyri “act” – ver virkin.

Lutfalsliga smá ting, sum ein gongutúrur, eitt prát við grannan ella eitt kvøld í bindiklubbanum kunnu á hvør sín hátt geva okkum gleði í gerandisdegnum og styrkja um okkara trivnað.

***

B’ið stendur fyri “belong” – ver saman.

Sum menniskju eru vit eins og floksdjór.

Vit eru sosialar verur, og sjálvt um tað er ein virðismikil dygd at trívast í egnum selskapi, so tykjast tingini ofta lættari, tá vit eru saman um tey.

Í einsemi kann gleðin tykjast hálv og sorgin dupult, og tí hevur tað so stóran týdning fyri okkum at kunna vera saman um tingini.

Við at taka lut í felagsskapum, fáa vit kenslu av at hoyra til, at kenna okkum heima.

Sum part av onkrum størri enn okkum sjálvum.

***

C’ið stendur fyri “commit” – ver hugbundin.

Vit mennast og blíva betri, tá vit fordjúpa okkum og leggja fulla orku í tað, sum vit hava sett okkum fyri.

Tá kunnu vit síggja meiningina í teimum smáu og stóru tingunum og eisini við lívinum sjálvum.

***

Tá vit minnast til at njóta lívsins undanbrekkur saman við hvørjum øðrum, gerast vit eisini sterkari og betri før fyri at megna mótbrekkurnar.

Og tað gera vit við at vera virkin, vera saman og vera hugbundin. So lat okkum tað.

At enda vil eg hjartaliga takka tykkum, sum skipa fyri og øllum tykkum, sum taka lut á ráðstevnuni, og so lýsi eg hervið ráðstevnuna at vera setta.

Takk fyri."

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy