Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimm teir sterkastu telvararnir í Føroyum skulu dystast í Faroesopen 2018

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.03.2018 - 20:32 Ítrottur Tíðindaskriv

Aftur í summar verður skipað fyri sterkari altjóða talvkapping í Føroyum. Tað eru talvfeløgini úr Kollafirði og Sandavági, sum standa aftanfyri hesa kapping. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, frá 7-14 juli. Telva verða 9 umførð og er kappingin opin fyri øllum at tekna seg. Í ár eru 50 ár síðani Sandavágs talvfelag var stovnað og er tað ein heiður, at kunna hava slíka kapping í jubileumsárinum.

Tað serliga við kappingini í ár er, at fyri fyrstu ferð í nógv ár, eru fimm teir sterkastu føroysku telvarnir við í somu kapping. Talan er um GM Helga D.Ziska, FM Høgni E. Nielsen, FM Rógvi E. Nielsen, IM John Rødgaard og IM John Arni Nilssen.

Til Faroes Open í fjør var føroyska úrtøkan heilt hampulig. Helgi gjørdist nr 3 og Høgni fekk ein IM norm í kappingini. Spennandi verður at fylgja okkara monnum, um teir kunna standa seg ímóti sera sterku útlendsku telvarunum, sum koma til Faroes Open.

Av hesum kunna nevnast enski stórmeistarin, og vinnarin av enska meistaraheitinum í 2017, Gawain Jones. Hesin hevur eitt styrkital á 2651, ið er heili 99 fleiri enn okkara Helgi. Gawain Jones hevur fyri stuttum verið í kapping ímóti bestu telvarum í heiminum Carlsen, Anand, Caruana og øðrum. Hetta var til Tata Steel kappingina í Hollandi.

Harafturat er vinnarin frá Faroes Open 2017 Srinath Naranayan. Hesin er spennandi indiskur telvari, sum ma. er venjari hjá unga indiska stórtallentinum Nihal Sarin, sum var til kappingina Runavík Open í fjør.

Fyrireikararnir eru sera glaðir fyri, at hava gjørt tað møguligt hjá bestu telvarum í Føroyum at møtast til orrustu. Og vænta, at undirtøkan fyri kappingini annars verður góð.

Fyrireikararnir vilja heita á allar føroyskar telvarar um at koma til kapping og ikki bíða til síðstu løtu við at tekna seg. Tilmeldingar, upplýsing, myndir og annað ber til at lesa á Faroesopen.com.

Tilmelding á Faroesopen.com ella at senda mail til faroesopen@faroesopen.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…