Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðlahúsið kennir eisini persón sum kann skaffa hasj

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.03.2018 - 08:59 Politikkur Tíðindi

Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum lætst at verða skelkaður í samrøðu við KVF, at løgtingslimurin, Bjarni Hammer, skal hava sagt at hann kendi onkran, ið kundi skaffa hasj. Hetta skal løgtigslimurin hava sagt á bandupptøku eftir at Sosialurin í longri tíð hevði arbeitt við at fella løgtingslimin og fáa hann at siga okkurt kriminelt um rúsevni. 

Í samrøðu við KVF hoyrdu lurtarar ein uppøstan ábyrgdarblaðstjóra halda tað verða ótrúligt, at løgtingslimurin skuldi kenna onkran, sum kundi skaffa hasj. Ábyrgdarblaðstjórin gjørdi greitt at hetta var óhoyrt og sera óvanligt og lurtarar fingu tað fatan at hvørki ábyrgdarblaðstjórin ella studioverturin kendu nakran sum kundi skaffa hasj.........

Men útsøgnin hjá  ábyrgdarblaðstjóranum á Sosialinum man verða sera trupul hjá lesarunum hjá Sosialinum at skilja, tí í 2009 hevði Rás2, sum er partur av miðlahúsinum vitjan av hasjara og sum í bestu senditíð greiddi lurtarunum frá hvussu fantastiska gott hetta rúsevni var.

Sendingin varð varpað í hvørt hús í Føroyum so børn og ung í øllum landinum kundu sita og taka til sín. Hetta fall mongum fyri brósti, og endin var at Bill Justinusen, løgtingslimir í Miðflokkinum, meldaði Miðlahúsið fyri at marknaðarføra ólóglig rúsevni (Red: Til Langommur, kvinnur, ungar kvinnur, børn - ja enntá bróstabørn…).

Undir forsíðuyvirkriftini hjá Sosialinum "Tað er ílagið at tosað um hasj" hevði Sosialurin eina greinarøðu um hvussu skeivt tað var at melda og stjórin í Miðlahúsinum gjørdi greitt, at orsøkin til at Miðflokkatingmaðurin meldaði var einans tí at hann vildi seta seg sjálvan í fokus. Sosialurin skrivaði røð av greinum um hvussu umráðandi tað var at tosað um Hasj. Tað var sjálvur blaðstjórin, sum stóð fyri samrøðuni við hasj-aran, so um ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, við kontóri í Vágsbotni, ikki kennur nakran, sum eigur Hasj, so er óneyðugt hjá honum at spyrja Bjarna Hammer. Hann kann bara spyrja blaðstjóran í Miðlahúsinum.

Miðlahúsið er ikki nakað flakavirkið, so tað kann ikki verða so langt millum kontórini hjá  ábyrgdarblaðstjóranum og blaðstjóranum, sum lesarar annars kundu fingið fatan av við at lesa og lurta eftir tí sum kemur frá Miðlahúsinum í hesum døgum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund